Ókeypis at vitja bátar og húsvognar

- Áður kunngjørdir prísir fyri atgongumerki til bátastevnuna í Vestmanna 24. og 25. mai eru nú munandi lækkaðir. Øll hava ókeypis atgongd til økið, har bátarnir liggja eins og til økið, har húsvognarnir standa. Her verður framvegis ókeypis hjá stevnugestum at vitja.

Tað sigur Vestmanna Ítróttarfelag á síni heimasíðu í dag.

Fyrrapartin var Bárður Nielsen, sum er ein av teimum, ið stendur aftanfyri bátastevnuna í Vestmanna, í morgunsendingini á Rás2 og greiddi frá, at áður tiknað avgerðin um at hegna alt økið inni, nú er broytt, eins og prísirnir eru lækkaðir.

- Økið á keiini, har tiltøkini verða, verður innihegnað. Fyri at fáa atgongd til økið er neyðugt at keypa atgongumerki. Atgongumerkið gevur tá atgongd til øll tiltøkini á keiini báðar dagarnar, meðan bátastevnan er.

VÍF leggur dent á, at økið, har bátarnir liggja og økið, har húsvognar koma at standa, verður uttanfyri hegnið.

- Hetta merkir, sigur VÍF, at øll - eins og áður - hava ókeypis atgongd at vitja bátar og húsvognar.

Lagt verður aftrat, at afturfyri atgongugjaldið verður skipað fyri fleiri tiltøkum enn nakrantíð áður á bátastevnuni.

- Higartil eru hesi tiltøk á skránni: 1) Langteinakappróður, 2) Barna- og ungdómstiltak við Bu-Bu og Kularótum, 3) Konsert við Evi Tausen og Martini Joensen, 4) Bassatiltak, 5) Suppa í tjaldinum, 6) Tónleikur á keiøkinum og 7) Stórdansur í tjaldinum við Kim Hansen Band og Countrybólkinum.

VÍF endurtekur, at kostnaðurin fyri atgongumerki er lækkaður og víst verður í hesum sambandi til heimasíðu felagsins www.vif.fo