Ókeypis flúgvarakenningin fortíð hósdagin

Tað skapti kjak, tá Atlantic Airways boðaði frá, at tey fóru at umleggja matskránna umborð. Serliga tað, at nú var liðugt við ókeypis rúsandi løgi

Sjáldan hevur ein matskrá umborð á einum flogfari verið so nógv í fokus, sum tann hjá Atlantic Airways.

 

Nú verður tað so. Hósdagin 01. september er fyrsti dagur, ið ein ikki kann fáa sær eina ókeypis flúgvarakenning.

 

Við nýggju matskránni er liðugt við ókeypis sterkari løgi umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways.

 

- Vit koma at bjóða leskidrykkir, kaffi, te og vatn ókeypis. So kemur hitt at kosta og prísurin er úr kr. 25 upp í kr. 65,  sigur Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways.

 

Atlantic Airways hevur við nýggju matskránni lagt seg eftir at fáa føroyskar vørur í matskránna umborð.

 

- Vit hava roynt at rakt breitt við eini fjølbroyttari matskrá og føroyskum góðskuvørum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.