Keypti hár hjá Lennon fyri 235.000 krónur

Leygardagin varð hár hjá deyða beatlanum John Lennon selt á uppboðssølu í USA

Hárlokkurin hjá John Lennon, sum varð seldur leygardagin

Leygardagin varð hár hjá deyða beatlanum John Lennon selt á uppboðssølu í USA. Hárið varð klipt av skallanum hjá Lennon í sambandi við filmsupptøku í 1966. Síðani hevur hárið verið goymt, og leygardagin varð tað sett til sølu í Dallas.

Keyparin var ein danskur savnari, sum bjóðaði 35.000 dollarar – tað svarar til umleið 235.000 krónur.

Hár hjá John Lennon hevur áður verið á uppboði, men ongantíð áður hevur nakar goldið so nógv fyri Bealtes-lokkarnar hjá Lennon.