KFUM-skótarnir á Glyvrum

? ? ?

Í samband við langa leygardagin í Runavík 3. oktober, skipa KFUM-skótarnir á Glyvrum fyri ymiskum tiltøkum uttanfyri Brotið, eitt nú at grilla pylsur á stórari grill og »poppa« popcorn.

Eisini verða ymisk spøl so sum fiskibrunnur, reipkast, svampakast og skjóting við primitivum boga og píli eftir ballónum.

Og inni í Brotinum verður bomm- og køkutombola.