KFUM-skótarnir í Havn 80 ár

Í dag týsdagin 9. februar eru KFUM-Skótarnir í Havn 80 ár.

Nakrir havnardreingir høvdu verið suðuri í Vági í august í 1940 á skótalegu. Thulesen prestur hevði stovnað KFUM-skótar í bygdini.

Veturin 1940/41 vóru fyrireikingar gjørdar at stovna skótalið í Havn. Teir, sum hjálptu væl til við fyrireikingunum, vóru Albert Hansen, sum hevði verið FDF-ari og Mortan Mørk, sum hevði verið gulur skóti í Havn. Gulu skótarnir vóru stovnaðir á kyndilsmessu nøkur ár frammanundan, 2. februar í 1926.

Í 1939 stovnaði Palli Thomsen í Gøtu fyrsta KFUM-skótaarbeiðið í Føroyum.

9. februar 1941 vóru KFUM-skótarnir stovnaðir. Stovnararnir vóru: Niels Holm-Petersen, Karl Olsen, Mortan Mørk, Eivind Dahl, Albert Hansen, Jóhan Jensen, Tórbjørn Sørensen og Óla Bjørn Viðstein. Heystið 1942 komu Jóhan Jensen, Poul Sørensen og Axel Tórgarð aftrat.

Fyrstu tíðina vóru skótarnir í Losjuni, har KFUM helt til. Har vóru tveir salir og ein køkur, har patruljurnar kundu hava fund. At byrja við vóru 6 patruljur – í hvørjari patrulju 6-8 dreingir, og fundur  var eina ferð um vikuna.

##med2##

Búnarnir vóru seymaðir úr grønlitaðum posalørifti. Summir nýttu eisini uniformsskjúrtur, sum teir litaðu. Turrikløðini vóru seymaði úr reyðum satin. Ein kona sum kallaðist Bina í Dávastovu broderaði merkini, bæði staðarnøvn, royndir og liljur. Ársstjørnurnar vórðu stoyptar úr tini. Onkur hevði frætt, at knappar við lilju á vóru at fáa í einum handli, og skjótt var øll goymslan keypt! Stuttbuksur og reyðhúgva hoyrdi eisini til búnan.

Tá ið ein tíð var farin, fóru menn at hugsa um at stovna Seeonee-Flokkin, Úlvaflokkin hjá KFUM-skótunum. Úlvaflokkurin varð stovnaður 26. november1944. Tað vóru teir báðir Axel Tórgarð og Djóni í Geil, sum stovnaðu Úlvaflokkin.

##med3##

Síðani 1952 hava KFUM-skótarnir hildu til í KFUM-bygningin Oman Pisuvarða. Í 1982 varð KFUM útbygt og tá fingu skótarnir sera góðar umstøður at virka undir.

Í 2019 var skótaarbeiðið á Argjum lagt saman við skótaarbeiðinum í Havn.

##med4##

Hesi seinastu árini hava skótarnir eisini bygt ein skótadepil Millum Tjarna í Havnardali og eina smáttu í Kirkjubøhaganum.

Í dag eru vit 3 úlvaflokkar, 2 skótalið, 1 ungdómsskótalið, 23 leiðarar, 45 ravnar og umleið 150 limir.

Bólkaleiðari er Bogi F. Sigurstein.

 ##med5##

Vegna corona verður einki stovningarhald nú. Hetta verður seinni í ár. Kunnað verður um tað seinni. Tá er eisini ætlanin at taka skótadeplin Millum Tjarna í brúk.

##med6##

##med7##

Keldur:

Skótablaðið Liljan 1979

KFUM-skótarnir í Havn