KÍ fekk oyruni í HB-maskinuna

Fótbóltur: Eftir at Andrew av Fløtum hevði lagt HB á odda nakað inni í fyrra hálvleiki, kundi tað bert ganga ein veg: KÍ-ararnir blivu statistar og skulu vera fegnir um, at ósigurin ikki bleiv størri

Lagt var upp til tann heilt stóra gysaran, so sum tað ofta er, tá HB og KÍ bresta saman á fótbóltsvøllinum. HB var nummar eitt og KÍ nummar tvey, og tey vóru tey einastu ósigraðu liðini eftir í 1. deild.

Dysturin byrjaði eisini rættiliga javnt, men tá Andrew av Fløtum fekk høvdið á inni í KÍ-teiginum og legði HB á odda, datt botnurin undan KÍ, og HB tók yvir.

KÍ-liðið fall meir ella minni í fátt og vísti einki av tí, tað hevur víst fyrr í ár, m.a. í tveimum steypadystum móti HB.

Serliga verjan hjá klaksvíkingum var syrgilig at síggja sunnudagin. Serliga tað næsta málið hjá HB, sum kom tá tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, var ein avleiðing av sløsutum verjuspæli frá klaksvíkingum. HB fekk innkast beint undir HB-húsinum frammarlaga í høgru síðu. Allan Mørkøre kastar jú langt, og eisini hetta innkastið var at meta sum eitt hornaspark. Bólturin kom høgt innfyri, og hóast klaksvíkingar vóru væl mannaðir framman fyri egnum máli, slapp bólturin at ferðast allan vegin til handaru stong, har Jens Erik Rasmussen við høvdinum stýrdi honum inn í óvarda málið.

Í hálvleikssteðginum var vónin hjá KÍ framvegis til staðar, men tíðliga í seinna hálvleiki sløkti Allan Mørkøre allar vónir fyri sínar fyrrverandi liðfelagar, tá hann í kontraálopi økti til 3-0.

KÍ setti nú Olgar Danielsen inn fyri Heðin á Lakjuni í eini seinastu roynd at fáa okkurt burtur úr dystinum. Klaksvíkingar fingu nú eisini eitt sindur av spæli, men ongar veruligar málmøguleikar. Í staðin var tað aftur HB, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk bóltin í netið. Og enn eina ferð var tað Allan Mørkøre, sum ikki vísti vinmonnunum úr Klaksvík náði. Jens Erik sendi hornaspark innfyri úr vinstru. Hans Fróði Hansen, ið vann allar luftbóltarnar og bankar harðliga upp á byrjunaruppstillingina hjá Allani Simonsen, nikkaði niður til Allan Mørkøre, sum vendi sær skjótt og bankaði í kassan til 4-0.

So var leyst og liðugt, og hóast HB hevði møguleikar fyri enn fleiri málum, bleiv tað við tey fýra, meðan KÍ sera sjáldan kom í nær námind av tí eina.

Fyri klaksvíkingar boðar úrslitið heldur ikki frá góðum til mikudagin, tá KÍ aftur skal í Gundadal at spæla steypafinalu móti HB. Símin Waag Høgnesen og Jan Joensen fingu báðir reytt kort móti VB næstseinasta vikuskiftið og vóru tí ikki við sunnudagin. Tað verða teir í annaðkvøld, men tað var so stórur munur á liðunum sunnudagin, at tað ikki kann brúkast sum nøkur umbering, at teir báðir ikki vóru við. Harafturat kann eisini sigast, at Johannes Joensen hjá HB eisini sat leikbannaður uttanfyri, men HB hevur fyrr víst, at spælaratilfarið er so mikið gott, at maður kemur í mans stað.