Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla KÍ og HB dyst í Meistaradeildini hjá monnum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust á ovara vølli í Gundadali 26. apríl vann KÍ dystin 2-0.
KÍ er fremst í deildini við 34 stigum. HB er nummar fimm við 27 stigum.
KÍ hevur favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,43 og 1,62.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,71 og 4,10.
Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 4,50 og 5,80.
HER eru oddsini:
##med2##












