KÍ-kvinnurnar mistu sigurin í evstu løtu

KÍ-kvinnurnar vóru á sigurskós ímóti maltesisku Hibernians, har Malena Josephsen skeyt tvey mál

KÍ-kvinnurnar hava fyri løtu síðani spælt javnleik 3-3 ímóti maltesiska liðnum Hibernians í Champions League undankappingini.

 

Eitt samanumtikið erguligt úrslit, tí KÍ-kvinnurnar vóru á odda 3-2 ímóti dystarenda.

 

Malena Josephsen gekk undan, og hon legði KÍ á odda, tá 14. minuttir vóru farnir. Maltesiska liðið javnaði í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki. Hibernian kom á odda 2-1, tá 61 minuttir vóru farnir, men minuttin aftaná javnaði Maria Thomsen til 2-2.

 

Tá 70 minuttir vóru farnir syrgdi Malena Josephsen fyri, at KÍ kom aftur á sigurskós, men ólukkutíð javnaði maltesiska liðið í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Stjarnan úr Ìslandi vann 2-0 á Apollon Limasol av Kýpros, og íslendsku meistararnir fara víðari í kappingini. 

 

KÍ endaði, sum nummar trý av teimum fýra liðunum vegna betri málmun enn Hibernian. Apollon gjørdist nummar tvey við seks stigum, Stjarnan fekk níggju stig av níggju møguligum, og KÍ og Hibernian fingu eitt stig í part.