KÍ og HB eiga heimavøll í fyrru hálvfinaluni

Løgmanssteypið: Tvey tey bestu í landskappingini hittast í aðru hálvfinaluni, meðan HB og Víkingur hittast í hini hálvfinaluni

HB og Víkingur hittast í aðrari hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, og í hinari hittast KÍ og NSÍ

Fyrr í kvøld vann NSÍ seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tað var við 4-0 sigri í Sørvági ímóti 07 Vestur.

 

Nú er tað greitt, at NSÍ í hálvfinaluni fer at spæla ímóti KÍ. NSÍ er topplið í landskappingini, og KÍ er næstfremst. Tá ið hesi bæði fyrr í ár hittust í landskappingini í Klaksvík, endaði tað 1-1.

 

Lutakastið var á Dungasandi í Sørvági eftir dystin millum 07 Vestur og NSÍ. Í hini hálvfinaluni hittast HB og Víkingur. Tá ið hesi bæði hittust í Sarpugerði endaði tað við 2-1 sigri til Víking.

 

KÍ og HB eiga heimavøll í fyrru hálvfinalunum.

 

Finalan um løgmanssteypið verður leygardagin 5. september.

 

Hálvfinalur

 

Mikudagin 13. mai

 

KÍ – NSÍ

 

Hósdagin 14. mai

 

HB – Víkingur

 

Mikudagin 24. juni

 

NSÍ – KÍ

 

Hósdagin 25. juni

 

Víkingur - HB

 

HB og Víkingur hittast í aðrari hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, og í hinari hittast KÍ og NSÍ