Kia Rio Combi Coupé er ein praktiskur og rúmligur bilur. Hóast hann sær út sum ein stationvognur, má bilurin metast sum ein hatcback ella combicoupé, við stórum viðførisrúmi uppá 449 litrar. Útsýnið frá føraraplássinum er gott, eisini aftureftir. Alt virkar væl, og koyrieginleikarnir eru góðir.
Sedan og Combi Coupé
Rio verða gjørdir í tveimum útgávum, sum sedan við 4 hurðum og Combi Coupé við 5 hurðum. Í sedan útgávuni fæst bilurin við 1.3 litur motori við 75 hk, og 1.5 litur við 98 hk. Hatchback útgávan, ið hevur sera smart design, fæst einans við tí størra motorinum við 98 hk. Hesin motorurin er passaliga stórur til bilin, hóast hann er lessaður við fólki og viðføri.
Trygg konstruktión
Karrossaríið er gjørt sum eitt trygdarbúr og 45 prosent av konstruktiónini er gjørd úr hátrýststáli. ABS bremsurnar eru av nýggjasta slag, har skipanin sjálv stýrir bremsutrýstinum elektroniskt, treytað av vektini og hvussu nógv bilurin er lastaður. Hann hevur fýra airbag, og nakkapútur við øll setrini. Rio hevur fingið góðan karakter í evropeiskum og amerikanskum crachtestum
Útgerð og garanti
Av útgerð kunnu vit nevna el-rútar framman, el-síðuspegl við hita, koyriljós, fløguspælara, sentrallás, 12V stikkara í viðførisrúminum. Annars hevur hann alla vanliga útgerð og trygdarskipanir sum eru at finna í nútímans bilum, og 3 ára / 100.000 km garanti.
Kia Rio 1.5 16V Combi Coupé
Motorurin 4 syl. 1.5 ltr. 16V 98 hk
0-100 km/t 11.6 sek.
Bensinnýtsla 13,7 km/l
Dekkstødd 175/65-14
Stødd og vekt:
Longd 421,5 cm
Breidd 167,5 cm
Hædd 144,0 cm
Eginvekt 950 kg
Viðførisrúm 449 ltr.
Prísur kr. 156.800,-
Søluumboð P/F D.B.Bilar
J.Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tlf.310600