Ein dystur varð spældur í fremstu mansdeildini í hondbólti í dag, tá KÍF vitjaði hjá StÍF.
Hesi bæði liðini hava verið í heldur tungum sjógvi higartil í ár, og ein sigur var tí tvingandi neyðugur, um tey skulu gera sær nakra sum helst vón um at spæla við í dystinum um finaluplássini hetta kappingarárið.
Talan gjørdist um sera málríkan dyst, og fyri steðgin gekk sera javnt á við málskjótingini.
Fyrstu løtuna eftir steðgin kom munur tó í. Kollfirðingar hildu á við sama lag at skora, men hjá vertunum stóð mest sum fast, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, vóru sjey mál á muni. So var mest sum leyst og liðugt, og hóast StÍF fekk betri tak á aftur, so stóð úrslitið ikki til at broyta.
Við sigrinum hevur KÍF nú seks stig. Fimm stig eru upp til Kyndil, sum í løtuni er á seinna finaluplássinum.
StÍF-KÍF 31-35 (16-17)