Tað eydnaðist ikki Christian Lamhauge Holst og liðfeløgunum hansara í Silkeborg IF at fara av vøllinum fyri níggjundu ferð á rað við í hvussu so er einum stigi.
Í gjár vitjaði FC Nordsjællandi á Mascot Park í Silkeborg, og gestirnir fóru til hús aftur við 2-1 sigri. FCN er næstfremst í superliguni, og sigurin í Silkeborg var undirstriking av, at tað er orduligur vinnaramentalitetur í felagnum, sum eigur heimavøll í Farum.
FCN legði seg á odda í 1. hálvleiki, og 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal, tá ið Silkeborg javnaði. So reið um snarið, og tað var ikki fyrr enn tað restaði ein minuttir av vanligu leiktíðini, at FCN skoraði sigursmálið.
Bara 1915 áskoðarar hugdu at í vetrarkuldanum í Silkeborg. Teir kundu staðfesta, at føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst var á vøllinum alla tíðina, og at tað í gjár ikki eydnaðist honum at koma í góðar støður frammanfyri málið hjá mótstøðuliðnum.
Eftir seytjan umfør er Silkeborg á sjeynda plássi við 23 stigum. Leygardagin fær Silkeborg í síðsta umfari undan vetrarsteðginum vitjan av AaB, sum í gjár tapti 2-0 á heimavølli ímóti AGF.