Kim: HB skal vinna við góðum spæli

- HB-fjepparar krevja meira. Teir krevja at vinna við góðum spæli, sigur Kim Engstrøm

Tað sigur nýggi venjarin hjá HB, Kim Engstrøm, í samrøðu við heimasíðuna hjá felagnum. Í farnu viku var Kim Engstrøm kunngjørdur sum høvuðsvenjari hjá HB. Hann er 42-ára gamal, er úr Odense, og hevur verið fótbóltsvenjari síðstu 12 árini. Fyrst í Vejle, og síðani í OB.

 

Í Vejle var hann venjari hjá U17 og U19, umframt at hann var hjálparvenjari hjá besta mansliðnum eitt tíðarskeið. Í OB hevur hann verið U19-venjari, har hann førdi liðið til danska meistaraheitið í 2020. Eftir meira enn fimm ár sum ungdómsvenjari í OB, er hann nú til reiðar at taka við avbjóðingini sum høvuðsvenjari.

 

– Í Danmark er U19-kappingin lopfjølin til vaksnamannafótbólt. So fyri meg er tað heilt natúrligt at taka hetta stigið. Eg havi altíð haft mál um at gerast høvuðsvenjari, og nú var tíðin búgvin. Og tá eg nú fekk hendan møguleikan, kundi eg ikki siga nei. Eg haldi at hetta passar væl til mín. Felagið er spennandi, og tað eru nógvir møguleikar í hesum hópinum. HB vil altíð spæla við um meistaraheitið, og tað vil eg eisini, sigur Kim Engstrøm.

 

Sjálvur sær Kim ikki tær stóru forðingarnar í at flyta til eitt nýtt land, og til eina aðra fótbóltsmentan. Tí hóast hann ikki hevur virkað í føroyskum fótbólti fyrr, hevur hann kunnleika til føroyskan fótbólt.

 

– Nakrir av spælarunum hava roynt seg í donskum fótbólti, og onkur hevur verið í somu feløgum, sum eg havi verið í. Aðrar havi eg haft sum mótstøðumenn, og tí kenni eg eitt sindur til nakrar av leikarunum. Eg havi fyrireikað meg so væl sum gjørligt, og havi sæð fleiri dystir hjá HB. Men vit leita eftir einum hjálparvenjara, sum kennir til øll viðurskiftini í føroyskum fótbólti, sigur nýggi venjarin hjá HB.

 

Kennir til hørðu krøvini í HB

 

Tað ljóðar, at Andrew av Fløtum og Símun Samuelsen er góð boð upp á hjálparvenjarar. Tað er eingin loyna, at HB-fjepparar eru kræsnir, og seta krøv. Krøv um bæði sigrar og undirhald. Og tað er Kim greiður yvir. Trýstið er ikki nakað sum nervar hann. Heldur tvørturímóti.

 

– Eg veit at kravið er at vinna. Um eg skal siga tað heilt stutt, so eru tað í síðsta enda úrslitini, sum avgerða lagnuna hjá venjaranum. Men HB-fjepparar krevja meira. Teir krevja at vinna við góðum spæli, sigur Kim Engstrøm og leggur afturat:

 

– Mín spælistílur hóskar væl til tað, sum felagið og fjeppararnir vilja síggja. Fyri meg snýr tað seg um at hava tamarhald á dystinum. Og tað gera vit best við at hava bóltin. Eg vil spæla álopssinnaðan fótbólt við høgari leikferð. Eg veit at fleiri av mótstøðuliðunum standa nógv í verjustøðu, og tí snýr tað sum at spæla skjótan og tekniskan fótbólt fyri at bróta tey niður. Eg havi sæð nakrar av dystunum í fjør, og hesin hópurin hóskar væl til tann spælistílin eg vil spæla, sigur nýggi venjari hjá HB.

 

HB arar í venjaratoymið

 

Kim Engstrøm er komin uttan nakran hjálparvenjara, og í HB verður í løtuni leitað eftir fólkið til tann leiklutin.

 

– Arbeiði við at finna ein hjálparvenjara er í gongd. Eg havi sagt við felagið, at eg fegin vil hava ein føroyskan hjálparvenjara. Tí tað er ein fyrimunur, um eg havi ein hjálparvenjara, sum kennir til allar smálutirnar í føroysku kappingini. So man kann siga, at tað er eitt nýtt toymi sum skal setast saman. Helmand er tann einasti sum er eftir frá í fjør. Fyri meg snýr tað seg um at seta rætta toymið. Eitt toymið, sum kann lyfta liðið í felag. Tað er ikki óhugsandi, at ein partur av venjaratoyminum longu er at finna í felagnum. Tí tað er eisini týdningarmikið, at toymið hevur HB DNA, sigur Kim Engstrøm.