Samstundis sum kinesiski búskapurin hevur ferð á og styrkir seg, merkir meinigi maðurin í Kina ágóðan av tí, bæði tí góða og tí minni góða.
Eitt tekin um framburð og framstig, er tíverri, at sjúkur, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava samband við vaksandi vælferð, eru farnar at gera alsamt meira um seg í Kina.
Heilsumyndugleikar í vesturheiminum kennast við gongdina, tí hetta eru sjúkur, sum ofta hoyra saman við matvanum, umhvørvisdálking og tí, at fólk flyta av bygdunum til býirnar.
Talan er um sjúkur sum krabbamein, hjarta- og æðrasjúkur, umframt sukursjúku, vísir ein kanning av heilsugongdini frá 1990 til 2010, sum er almannakunngjørd í læknatíðarritinum, Lancet.