Tað skrivar The Wall Street Journal. Kinesiskir miðlar hava eisini viðgjørt málið.
Børsskrásetingin, sum kann gerast veruleika næsta ár, kann sambært blaðnum verða tann størsta av sínum slag í USA í fleiri ár.
Fyrr í ár var felagið virðissett til 66 milliardir dollarar – umleið 450 millardir í okkara krónum.
Bankarnir Goldman Sachs, JPMorgan Chase og Morgan Stanley hava fingið ábyrgdina av at fáa umsóknina upp á pláss.
Shein, sum varð stovnað í 2008, er kent fyri at selja nógv klæði fyri sera lágar prísir.
##med2##
Upp á stutta tíð hevur Shein staðfest seg sum eitt av heimsins størstu mótavirkjum við umframt at hava nógvar fyribils handlar bara at selja sína framleiðslu á internetinum.
/ritzau/