Tað er eitt løgið ljóð umborð á Norrønu hetta kvøldið.
Tú ert staddur á dekki 5 og har frammi hoyrist sangur ? ikki vanligur felagssangur, ið ein kennir til.
Her verður fyri tað fyrsta sungið á donskum, og tónarnir verða meiri at kalla drignir út. Men kortini syngja øll í kórinum eitt og sama lag.
Tú kemur nærri móti Arkaduni, og nú er greitt, at her er talan um Kingo-sang. Og nú kennir tú fólkið, - hetta eru jú Kingo-sangarar úr Tjørnuvík.
Inni í Arkaduni eru ljóðumstøðurnar av teimum bestu til slíkan sang, og tað hoyrist beinanvegin, at hesi fólkini syngja av hjarta og við megi.
Tey syngja nakrar sangir, og síðani verður plássið latið yvir til yngri sangarar sum syngja eitt heilt annað slag av sangi: Gospelkórið United Voices, sum eisini kann syngja uttan tónleik afturvið.
Fólk lurta við áhuga. Tey klappa eftir hvønn sang, og kunnu bert staðfesta, at fyrsti gospeltúrurin við Norrønu er byrjaður.
Væl byrjaður, eisini.
Tilvild
Tað var kanska meiri av tilvild at hesin gospeltúrurin gjørdist veruleiki.
Á heysti í fjør fekk Sigrið Sivertsen eina heldur óvæntaða uppringing frá Smyril Line. Í telefonini var Áki Jespersen frá skrivstovuni hjá felagnum.
- Um Sigrið, saman við øðrum, kundi átaka sær at skipa fyri einum gospeltúri í apríl mánaði?
Hetta kom heldur brátt á Sigrið, men hon lovaði so at hugsa um tað og at ringja aftur nakrar dagar seinni.
Eftir at hava umhugsað hetta og eftir at hava biðið nógv um hetta, var avgerðin tikin: Føroyingar skulu eisini sleppa at uppliva, hvussu tað er at vera á einum gospeltúri umborð á Norrønu.
Eitt vikuskifti varð sett á ? og tí kundi Norrøna leggja frá landi hóskvøldið í farnu viku við sløkum 800 ferðafólkum, harav ein stórur partur av teimum vóru sangfuglar av ymiskum slagi.
Havaldan stillað
Hetta skuldi jú verða ein túrur í andaligum umhvørvi, og tí nýtti Sigrið og hini í fyrireikingarbólkinum eisini nógva tíð í bøn og Bíbliulestri fyri túrinum.
Sjálv fekk Sigrið eisini eina váttan um, at tey vóru á rættari leið, tá hon henda eina dagin fekk sær eitt sokallað mannakorn.
Hetta eru smáir hvítir lepar, har eitt skriftarorð stendur á og sum mong hava liggjandi heima í eini krukku.
Hon tók sær eitt slíkt mannakorn og kom tá fram á eitt ørindi úr Sálmunum. Í Sálmi 65, 8 stendur nevniliga: "Tú (Gud) havódn stillir, og bylgjanna bralan".
Nakrar dagar seinni tók hon aftur eitt slíkt mannakorn, og mín sann um hon ikki tá ? millum øll hesi 1000 ymisku mannakornini - fekk júst tað sama ørindið: "Tú (Gud) havódn stillir, og bylgjanna bralan".
Onkur heldur, at hetta var meiri tilvild enn nakað annað, tí hvussu stórir eru møguleikarnir annars at fáa sama lepa tvær ferðir í slag.
Men hon tók hetta sum eitt prógv um at alt var lagt í Guds góðu hendur, og at tey einki høvdu at óttast fyri á túrinum.
Tað vísti seg tí eisini, at á øllum hesum drúgva túrinum til Hetland, Danmarkar og Noregs var blikalogn allan túrin.
Ja, tað føldist næstan sum skipið ongatíð hevði loyst frá bryggju, hóast siglt var á opnum havi í Norðuratlantshavinum og í Norðsjónum.