Mentanartiltak verður á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi týsdagin 24. mars. Í sambandi við at 25 ár eru liðin, síðan heimið varð tikið í nýtslu,verður skipað fyri fleiri ymiskum almennum mentanartiltøkum á heiminum.
Fyrsta tiltakið verður týsdagin 24. mars kl. 19.30 í samkomuhøllini. Kingobólkurin úr Tjørnuvík syngur, og Martin Restorff Jacobsen, prestur, heldur fyrilestur undir heitinum ?Guðs rødd á mannatungu.?
Aftaná verður kaffi í matarsalinum.