Á páskum fer Kingokórið úr Tjørnuvík fyri fimtu ferð síðani 2003 til Danmarkar. Hesaferð syngur kórið á fimm gudstænastum í Jyllandi, í Ølsted, Aulum, Staby, Svankær og Løgumkloster. Seinastu ferðirnar hava kirkjurnar verið væl vitjaðar til hesar gudstænasturnar.
Kórið úr Tjørnuvík umboðar kingosangin, sum hevur 300 ár á baki í Føroyum og er en sera rárur háttur at syngja sálmar. Sálmabókin hjá Thomas Kingo varð givin út í 1699, og kom til Føroya við donskum prestum.
Nótar og orgul hevði eingin, so prestarnir sungu fyri. Orsakað av hesum fingu sálmarnir ymisk løg frá bygd til bygd. Í eini 200 ár vóru løgini handaði frá munni til munns, inntil Kingosangurin byrjaði at víkja umleið ár 1900.
Orsøkin til, at Tjørnuvík hevur hildið Kingosangin hátt, er tann, at degnurin Dávur Emil Magnussen til sín deyð í 1957 helt siðinum við líka. Hansara eftirkomarar tóku táttin upp aftur í nítiárunum, og onkrir av hansara eftirkomarum eru við kórinum á ferðini.