Kirkjan bjóðar føðingardagskøku

Í Kvívík gera tey burtur úr í morgin, at kirkjan í bygdini nú hevur 115 ár á baki.

Hin 13. desember í 1903 varð Kvívíkar kirkja vígd, og tað merkir, at kirkjan um dagarnar hevði 115 ár á baki.

 

Í morgin, 16. desember - ella tríggjar dagar eftir 115 ára vígsludagin - verður gudstænasta við Marjun Kálvalíð klokkan 12, og tá fer talvan eisini at ganga fyri Kvívíkar kirkju.

 

Klokkan 16 í morgin verða jólini sungin inn við advents-og jólasálmum, og tá verður eisini upplestur.

 

- Í samband við 115 ára vígsludagin verður eftir sangløtuna boðið til kaffi og føðingardagskøku, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður sagt úr Kvívík.