Kirkjan yvirtikin

Nógv fólk var komið saman ólavsøkudag at hátíðarhalda, at Fólkakirkjan er yvirtikin

FÓLKAKIRKJAN




Í gjár, ólavsøkudag, yvirtók føroyska heimastýrið málsøkið Fólkakirkjan og onnur trúarsamfeløg. Hetta varð hátíðarhildið í Norðurlandahúsinum, har fleiri útlendskir gestir tóku lut. Eitt nú taldust norðurlendskir biskupar og formansskapurin í danska fólkatinginum millum tey innbodnu.

Tó varð einki umboð fyri danska kongshúsið til staðar.

Á samkomuni í Norðurlandahúsinum skrivaðu Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum og danski kirkjumálaráðharrin, Bertel Haarder, undir eina avtalu um samstarv í framtíðini.

Avtalan er um atgongd til at útbúgva og eftirútbúgva prestar og onnur starvsfólk á kirkjuøkinum, og um samstarv millum biskuparnar.

Avtalan er gjørd á tann hátt, at Mentamálaráðið kann útvega sær ta ráðgeving og hjálp frá danska Kirkjumálaráðnum, sum Mentamálaráðið hevur fyri neyðini.

Endaliga verður við avtaluni gjørd ein samstarvsnevnd á høgum stigi, ið fer at tryggja og menna samstarvið.


Fjølbroytt skrá


Skráin var rættiliga umfatandi á hátíðarhaldinum. Millum røðararnar vóru Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bertel Haarder, kirkjumálaráðharri, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður. Kór Glyvra kirkju undir leiðslu av Meinhardi Bjartalíð og Kingobólkurin úr Tjørnuvík sungu. Ein av limunum úr Kingobólkinum, Jens Jensen greiddi eisini frá um kingosangin. Ólavur Jakobsen og Andrea Heindriksdóttir úr Aldubáruni spældu tvinni verk fyri guitar og tvørfloytu.

Harafturat vóru tríggir stuttir fyrilestrar hildnir á hátíðarhaldinum. Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur, røddi um føroyska málið og føroysku kirkjuna, og tað kom meira enn ta einu ferðina, at fólk flentu, tá prestur skemtiliga fortaldi um orðaskiftið um føroyskt kirkjumál í gomlum døgum.

Jógvan Fríðriksson, sóknarprestur, hevði fyrilestur um ta føroysku sjómanskirkjuna, og brúkti hann serliga tað maritima myndamál at lýsa sítt evni.

At enda fekk Hans Jacob Joensen, bispur, orðið, har hann greiddi frá um føroyskar bíbliutýðingar. M.a. umrøddi hann eitt av aðalmálunum við siðaskiftinum um, at boðast skuldi á móðurmálinum. Í Føroyum varð tó ikki prædikað á móðurmálinum fyrr enn fleiri øldir seinni. Tó fingu vit heilar tvær týðingar av Bíbliuni.

Eftir hátíðarhaldið varð døgurði á Føroya Tele fyri innbodnum.