Finnbogi Midjord
Hósdagin tann 16. mars varð alt ferðalagið heintað á hotellinum av Secret Service monnum, ið starvast hjá forsetanum Bill Clinton. Teir koyrdu okkum til tey Hvítu Húsini, ið liggja í Washington ? stutt frá hotellinum, har vit búðu. Vit valdu allir av vera ílætnir politibúna, sum vit høvdu við okkum úr Føroyum, hetta fyri at fáa onkra góða mynd uttan fyri tey Hvítu Húsini.
Fleiri myndir blivu tiknar av Hvítu Húsunum, men vit fingu ikki loyvi at taka myndir inni í bygninginum.
Vit blivu vístir runt í einum parti av bygninginum, og eisini var ætlanin, at vit skuldu koma inn á skrivstovuna hjá forsetanum at heilsa uppá hann, men av tí, at tað var ein stór mótmælisgonga á veg, har túsundtals lastbilaførarar mótmæltu tí hækkandi oljuprísinum, bleiv tann vitjanin av ongum.
Umfatandi vaktarhald
Tað var George Washington, ið læt tey Hvítu Húsini byggja, og av teimum 42 forsetunum, sum hava havt ræðið síðan1789, er bert tann eini, nevnliga byggiharrin sjálvur, sum ikki hevur búð har. Washington var forseti frá 1789 ? 1797, men doyði longu í 1799.
Tá húsini stóðu liðug í 1800 helt tann 2. forsetin, John Adams, so lítið um húsini, at tað sum í dag verður nýtt til móttøkuhøli ? til vinstru fyri høvuðsdyrnar ? varð nýtt at turka klæði í.
Tann sekstandi og kanska tann kendasti av forsetunum, Abraham Lincoln, nýtti hetta sama rúm sum sjúkrastovu til særdar Norðurstatshermenn í borgarakrígnum í 1860-unum.
Tað sást beinanvegin, at tíðindafólk høvdu stóran áhugi í Hvítu Húsunum og forsetanum, tí inni í garðinum, innanfyri innhegningina, stóð ein rúgva av fototólum, stativum og lampum, ið stóðu har meginpartin av árinum - altíð klárir at fáa eina góða mynd av forsetanum.
Vaktarhaldið við forsetahúsini var rættuliga umfatandi. Politibilar, tríggir lið um lið, stóðu parkeraðir mitt á vegnum runt um tey Hvítu Húsini, og eisini sóust vápnaðir menn frá Secret Service uppi á takinum.
Tað skal viðmerkjast, at lønin hjá Secret Service monnunum, ið vóru tilknýttir forsetanum, var góð, og somuleiðis fingu teir alla tað útgerð, teir høvdu brúk fyri. Ein stórur munur sammett við lønina hjá útrykningsdeildini í New York.
Á gongubreytini yvirav tí Hvíta Húsinum húsaðist ein eldri kvinna. Hon hevði gjørt sær eitt skjól av nøkrum pappkassum, sum hon hevði dekkað til við plastik. Har segði hon seg hava búð í sløk 20 ár. Sjálv kom hon frá Jugoslavia.
Henda kvinnan mótmælti tí harskapi, ið amerikanarir nýttu runt um í verðini. Sjálv segði hon seg hava verið í Jugoslavia, tá kríggi var í 1992, og har hevði hon verið bukað og pínd av amerikanskum hermonnum.
Seinni á degnum var ein túrur fyrireikaður inn í ein fátækan býarpart, har ein av okkara politimonnum, Jens Jensen, skuldi halda fyrilestur í einum skúla fyri børnum í 10-12 ára aldrinum. Hann greiddi teimum frá um Føroyar, hvussu vit livdu og húsaðust har. Eisini bleiv ein filmur um Føroyar vístur, og vóru hesi børn sera áhugað í hesum.
At enda spældu børnini fótbolt ímóti okkum (politinum) og vunnu tey dystin 2-0. Hetta var eitt lið í hesum tiltaki og seinni vóru so hesi børn eisini við í fótbóltskappingini í eisini var fyri børn, ið kappaðust sínaímillum.
Á kirkjugarðinum
Fríggjadagin tann 17. mars fóru vit í bussi til Arlington Kirkjugarðin, har hermenn, fólk frá sjóverjuni, flogvápninum, marinuni, teirra familjur og onnur kend fólk eru jarðað.
Kirkjugarðurin var sera stórur, har eru uml. 300.000 gravir og umleið 20-25 fólk verða jarðað um dagin. Um fleiri í eini familju doyggja, verða hesi jarðað oman á hvørjum øðrum, fyri soleiðis at spara pláss, tí hesi eru við at ganga undan.
Kirkjugarðurin hevur sínar egnu bussar, ið koyra runt inni í garðinum. Í hvørjum bussi er ein frásøgumaður, ið greiðir frá um kirkjugarðin og teimum ymisku gravinum. Ein frásøgumaður segði frá, at um umleið 20 ár, so var ikki meira pláss til gravir, og tí mátti okkurt gerast innan alt ov langa tíð.
Fyrsta staðið, har vit steðgaðu, var við eitt vaktarskifti, har hermenn frá US?Marine, flogvápninum, marinuni og herinum, sum vóru ílætnir uniformar, høvdu vaktarskifti. Hetta var á einum staði, har 4 ókendir hermenn liggja grivnir. Hesir 4 hermenninir vóru við í Fyrra Heimsbardaga í 1918, har teir lótu lív. Seinri blivu teir heintaðir heim úr fýra ymiskum støðum og grivnir har á sama stað. Hetta vaktarskiftið fór fram hvønn dag og var sera vakurt at sjá.
Síðan koyrdu vit víðari til Arlington húsini, ið eru kend fyri, at har húsaðist General Lee og hansara familja. Lee var suðurstatsmaður, og tá hann bleiv greiðir yvir, at norðstatsmenninir vóru við yvirlutan, rýmdu hann og familjan úr húsinum og komu ongantíð heim aftur. Orsøkin til tað varð sagt, at norðstatsmenn gróvu lík niður í jørðina runt um húsini.
Húsini eru tó varðveitt í tí standi, tey vóru í, alt er sum tað var tá generalurin fór úr teimum, og vera húsini nú víst fram fyri ferðafólki.
Ein eldri kona segði okkum frá, at generalurin átti sjey børn. Seks av hesum børnum blivu fødd inni í sovikamaranum hjá honum. Tríggir av synum hansara vóru við í krígnum, ið vardi frá 1860 til 1865, og komu allir tríggir heim aftur í øllum góðum.
Frá Arlington húsunum koyrdu vit til grøvuna hjá fyrrverandi forsetanum John F. Kennedy, ið bleiv skotin í Dallas í l963. Konu hansara Jaqueline Bouvier Kennedy Onassis, ið doyði í l994. Soni teirra, Patrick Bouvier Kennedy, ið bert bleiv 5 dagar gamal og eina dóttir teirra, ið doyði sama dag, sum hon bleiv fødd. Hesi lógu øll grivin lið um lið og brendi eitt livandi ljós yvir grøvunum nátt sum dag.
Hesar gravir lógu fyri seg sjálvar, og vóru tær umgyrdar við ketum.
Stutt haðani sást eisini grøvin hjá Robert Kennedy, ið somuleiðis hevði eitt heiðurspláss, men var ikke gjørt líka nógv burtur úr hansaru grøv sum hjá bróðrinum.
Í Arlington kirkjugarðinum liggja bert tveir amerikanskir forsetar. J.F.Kennedy og ein í nevndist Thaft. Grøvina hjá tí síðstnevnda sóu vit ikki, tá ein jarðarferð fór fram í tí løtu, nærindis grøvina hjá honum.
Seinri um dagin bleiv vitjað inni í Vietman Museum, har ein minningarpláta við nøvninum á 58000 hermonnum, ið lótu lív, vóru inngraverað.
Kappingin byrjaði
Leygardagin tann 18. mars fóru fótboltsspælararnir til The American University, har stevnan bleiv sett kl. 0900.
Teir søgdu frá, at tað var sera vakurt at síggja øll liðini koma inn á vøllin í ítróttarbúna í alskyns litum ogveittrandi við fløggum úr teimum ymisku londunum. Røður blivu hildnar undir setanini.
Klokkan var farin av 10.00, tá setanin var av og farast kundi undir at spæla dyst. Tað vóru 32 vaksnamannalið, ið skuldu spæla ímóti hvørjum øðrum. Eisini vóru fleiri kvinnulið og fleiri barnalið.
Vit vóru møttir við tveimum liðum úr Føroyum, eitt A-lið og eitt B-lið.
Tað føroyska A-liðið kallaðist Faroe Islands í kappingini og vóru dystirnir spældir soleiðis:
Føroyar-Týskland4-0
Føroyar-Howard 10-0
Føroyar-Brazil 5-3
Føroyar-Montgomery 3-1
Hjá B-liðnum, ið kallaðist Tórshavn, gekk eisini væl. Dystirnir blivu spældir soleiðis.
Thorshavn-New Jersey 2-0
Thorshavn-Brooklyn2-0
Thorshavn-Toronto 1-0
Thorshavn-DC Dutch 0-1
Sunnudagin tann 19. mars helt fótboltskappingin fram. A-liðið spældi soleiðis:
Føroyar-New Jersey 2-0Føroyar-France 5-2
Før.-San Francisco 3-1
Støðan sá nú soleiðis út hjá A-liðnum:
1: San Francisco19 stig
2: Føroyar18 stig
3: Brazil12 stig
4: New Jersey 11 stig
5: Germany 10 stig
6: Montgomery6 stig
7: France2 stig
8: Howard-Holland1 stig
B-liðið (Thorshavn) spældi sínar dystir soleiðis sunnudagin:
Thorshavn- MPDC 2-1
Thors.-Philadelphia 0-4
Thorshavn-Paraguay 1-2
Støðan hjá B-liðnum var nú henda:
1: Philadelphia 14 stig
2: Brooklyn 13 stig
3: Thorshavn 12 stig
4: Toronto 10 stig
5: Paraguay10 stig
6: DC Dutch10 stig
7: MPDC5 stig
8: New Jersey5 stig
Bæði tey føroysku liðini spældu seg til 1/8 finalina, og komu tey so at spæla ímóti hvørjum øðrum. Her vann A-liðið,og komu teir so víðari til fjórðingsfinaluna .
Tíanverri blivu teir slignir út í kvartfinaluni av Ungarn, ið vann 4-3, men her skal sigast, at á tí liðnum vóru fleiri heilt ungir garpar, ja, onkur av teimum var eisini professionellur spælari, sum ikki vóru politimenn, men sum hesir høvdu fingið við fyri at menna teirra lið.
Tað skal eingin ivi vera um, at um kappingin bert var fyri politimenn, ella um vit høvdu styrkt liðið við onkrum góðum spælara uttanífrá, sum hinir, so høvdu vit tað besta liðið í kappingini, tí okkara menn spældu sera væl. Um ikki hinir høvdu hesar ungu menn við, so vóru vit ikki í iva um, at vit vunnu allar dystirnar.
Um nú tað føroyska liðið kom víðari til finaluna, so høvdu vit ikki klárað at komið til Baltimore, áðrenn flogfarið skuldi fara. Hetta høvdu fyrireikarnir longu tikið hædd fyri. Teir høvdu ringt til Island Air og spurt um teir kundu bíða eftir okkum, og var einki í vegin fyri hesum. Hetta bleiv so ikki aktuelt í hesum føri.
Undir kappingini vóru fleiri av føroyingunum, ið býttu merkir, faldarar og føroysk fløgg út millum børnini og tey vaksnu. Tað var sera stuttligt, at síggja hesu fremmandu børn renna glað runt veittrandi við tí føroyska flagginum.
Sunnudagin vóru vit nakrir, ið fóru í kirkju. Kirkjan lá stutt frá hotellinum, og kallaðist hon Saint Matthews Kirkjan. Hetta var sama kirkjan, sum J.F. Kennedy fór til jarðar frá.
Kirkjugangurin verður ikki hildin á sama hátt, sum her heima hjá okkum. Tað er heilt annarleiðis. T.d. skal ein standa uppi, tá sungið verður. Tá altargongd er, koma fleiri kirkjutænarar og deila breyð út har tú situr o.s.v.
Hetta var sera áhugavert og øðrvísi enn tað, vit eru von við frá okkara kirkjum.
Kennedy Space Muceum
Kennedy Space Museum, ið liggur á the Mall, sum er tann langa grasfløtan frá obeliskinum niðan til Capitol, sum flest minnast frá kravgongunum móti Vietnamkrígnum í sekstiárunum.
Sum alt í Amerika er bygningurin sera stórur, við flogførum í fullari stødd standandi og hangandi í hølunum.
Her var sera áhugavert og kundi man saktans fingið ein dag at gingið har. Tað fyrsta ein sær, tá inn verður komið, er hylkið, sum John Glenn kom niður aftur á jørðina við eftir væleydnaðu ringrásina um jørðina í 1962. Hylkið er bert tríggjar metrar til hæddar, og er tað ótrúligt, at eitt menniskja kundi hava verið inni í tí.
Síðan sást hylkið, sum teir tríggir, sum mannaðu Apollo 11, vóru í. Á báðum hylkjunum sóust skaðar frá viðferðini, sum hylkini fingu, tá tey komu inn í tað brennandi heitu atmosferina.
Á sama stað sást ein mánasteinur, sum fólk høvdu høvið at nerta við. Steinurin var av basalt, sum er sama evnið, sum Føroyar eru bygdar av. Ein vaktarmaður sat alla tíðina og ansaði eftir hesum steini.
Undir loftinum hekk fyrsta flogfar, sum nakrantíð var á flogi. Hetta varð bygt av brøðrunum Wright í 1903.
Við síðuna av hesum hekk ?Spirit of Saint Louis?, sum var flogfarið, sum Charles Lindbergh fleyg frá Long Island til Paris í 1927. Hetta var fyrsta flogfar sum fleyg yvir Atlantshav. Ótrúligt at hann megnaði hetta, tá hugsað verður um, at hann nærum bert kundi hyggja til síðurnar. Eisini sást hæddarmátarin, sum skrivaði á pappír á øllum túrinum. Har sást, at hann onkuntíð bert var10 metrar yvir havinum orsaka av, at brennievni var so tungt, og tí ísur var á veingjunum.
Ferðin yvir hav tók góðar 33 tímar, og gjørdist Lindbergh tjóðarhetja av avrikinum.
Í tí eina rúminum sást eitt mánalandingarakfar, sum ikki var nýtt orsaka av tekniskum trupuleikum.
Bert ein lítil mynd var av Gagarin og av tí europeiska Concorde, meðan alt fekst at vita um amerikansku flogsøguna.
Tað verður ov rúgvusmikið at siga frá øllum sum sást á staðnum. Bert vil eg heita á fólk um at fara inn har, um leiðin verður løgd til Washington. Sum flestu framsýningar annars, so kostar einki at koma inn, men fólk kundu stuðla, um tey høvdu hug til tess við at leggja pening í ein kassa við inngongdina.
Heimaftur
Vit fóru síðan í bussi frá Washington DC til Baltimore, har vit skuldu flúgva kl. 2010 til Føroyar umvegis Ísland.
Vit lendu í Keflavík í grovum kavaroki kl. 06.45 lokala tíð. Bíðaðu í Keflavík eftir einum bussi í umleið 45 min. og gekk so leiðin til Reykjavík, haðani vit skuldu flúgva til Føroyar kl. 1110.
Tað kavaði av grimd í Íslandi og tá klokkan nærkaðist 1100, fingu vit at vita, at flogfarid ikki kundi fara á flog enn, tí at teir ikki vóru byrjaðir at grava á vøllinum enn. Nærri boð skuldi fáast kl. 1330.
Tað sum vit løgdu til merkis var, at flúgvingin til Akureyrar og Egilstaðar gekk sum vanligt, og tá vit høvdu spurt fleiri ferðir, fingu vit at vita, at tað snøgt sagt ikki var nakar flúgvari til okkum, tí Føroyaflúgvarin var sendur til Egilstaðar og máttu vit bíða til hann kom aftur. Hetta tók umleið 1 tíma.
Vit mugu her viðganga, at sjálvt um flogfarið var fullsett og 5 fólk stóðu á bíðilista, so kemur Føroyaflúgvingin í aðru røð, tí flúgvingin innanlands í Íslandi fær fyrsta prioritet.
Tá vit so langt um leingi sluppu út í flogfarið, fingu vit at vita, at meginparturin av viðførinum hjá okkum ikki kundi koma við, tí flogfarið bleiv ov tungt. Viðførið skuldi koma til Danmarkar næsta dag og síðan koma heim til Føroyar við Atlantic Airweys.
Vit lendu tó í øllum góðum í Vágum kl. 16.30 føroyska tíð, og allir fóru hvør til sín.
Soleiðis var ein sera góður, áhugaverdur og minniligur túrur komin at enda.