Kirstin Strøm Bech setir Ljósfestina 2024

Ljósfest verður á fjórða sinni í Vági um vikuskiftið.

 

Tað var í 2021, at Vágs kommuna, tá saman við SEV, gjørdi av at hátíðarhalda, at fyrsta el-verk í Føroyum gjørdist 100 ár. Hetta er el-verkið í Botni í Vági.

 

Seinni varð gjørt av at halda fram við hesum væleydnaða tiltakinum, og verður Ljósfest í Vági nú á fjórða sinni.

 

Hyggja vit í søguna, so hava tó ljósfestir verið fyrr í Vági. Hetta var í 1921 og nøkur ár fram, fyri at hátíðarhalda fyrsta elverk í Føroyum og í danska kongaríkinum – el-verkið í Botni.

 

Hesaferð, í 2024, er tað Kirstin Strøm Bech, ið setir Ljósfestina. Kirstin Strøm Bech er fødd í Vági í 1956, og hon er fyrrverandi borgarstjóri í Vági – frá 2005 til 2012.

 

Kirstin stillaði upp fyri Javnaðarflokkin og varð fyrstu ferð vald í býráðið í november 2004 og varð av býráðnum vald til borgarstjóra. Hon var borgarstjóri frá 1. januar 2005. Til valið í november 2008 varð hon afturvald og helt fram sum borgarstjóri eitt valskeið afturat. Kirstin Strøm Bech gjørdist stýrislimur í Kommunusamskipan Føroya, tá hon gjørdist borgarstjóri, hon var næstformaður frá 1. juli 2006 til 31. desember 2008.

 

Hon sat aftur í Vágs býrað setuna 2017-2020.

 

Kirstin Strøm Bech er útbúgvin fólkaskúlalærari. Hon setir ljósfest 2024 á stóra pallinum  klokkan 18:20 leygardagin 17. august.