KJ hevur veitt pumpuskipan til Sandoyartunnilin

- Vit hava veitt pumpuskipanir til nógvar ymiskar verkætlanir í Føroyum, og vit frøast um at kunna vera við sum veitari til slíkar stórar verkætlanir, sigur stjórin í KJ, Ólavur Asafsson Olsen.

Í morgin, hósdagin 21. desember, verður samferðslusøga enn einaferð skrivað í Føroyum, nú Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu.

 

- Vegakervið kring oyggjarnar er nógv útbygt síðstu nógvu árini, og loksins verða sandoyingar knýttir at vegakervinum í meginøkinum, og verður hetta vónandi til frama fyri mikla framgongd og øktan trivnað á Sandoynni. 

 

Í tíðindaskrivi í dag vísir KJ á Kambsdali á, at tey hava veitt pumpuskipanina til Sandoyartunnilin, sum skal tryggja, at vatnið, sum lekur inn í tunnilin, verður fingið útaftur.

 

- Sjálvt um nógv er gjørt fyri, at so lítið sum gjørligt lekur inn, renna umleið 2.400 tons av vatni inn um døgnið. Tilsamans 15 turrpumpur og seks dykkpumpur eru monteraðar í fimm pumpurúmum.

 

KJ vísir á, at hesar skipanir tryggja - við stórum trygdarfaktori, at tað ikki kann koma fyri, at tunnilin fyllist við vatni. Skipanin er ein sokallað trinpumping, sum merkir, at møguleiki er at velja, um vatnið skal pumpast úr botninum og niðan til Sandoynna ella ímóti Gomlurætt, og at vatnið verður samlað so ovarlaga í tunnlium sum tilber fyri at spara orku.

 

- Vit hava eisini veitt pumpuskipanir til Norðoyatunnillin og Eysturoyartunnilin, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri hjá KJ.

 

Hann leggur aftrat, at KJ hevur hollar royndir og góðan kunnleika til pumpuskipanir í undirsjóvartunnlum.

 

- Vit hava veitt pumpuskipanir til nógvar ymiskar verkætlanir í Føroyum, og tað er til at frøast um, at vit kunnu vera við sum veitari til slíkar stórar verkætlanir, sigur hann.

 

Sandoyartunnilin er 10,8 kilometrar langur, og lægsta punktið í tunnlinum er 155 metrar undir vatnskorpuni.

 

Fyrsta skotið varð latið av á sumri í 2018, og hevur tað sostatt tikið góð fimm ár at koma á mál við undirsjóvartunnlinum. Arbeiðið við pumpuskipanunum og tunnlinum sum heild hevur gingið sera væl.

 

- Við hesum ynskja vit sandoyingum og øllum Føroya fólki hjartaliga til lukku við undirsjóvartunnlinum, og somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eina friðsæla jólahøgtíð, sigur KJ í tíðindaskrivi í dag.