KJ Hydraulik byrjar árið við sáttmálum á 30 milj. krónur

- Tað er fantastiskt fyri okkum at byrja árið við slíkari “ordrabók”, sigur stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur Asafsson Olsen, sum hevur stívliga 80 fólk í starvi

Stjórin á KJ Hydraulik fegnast um útlitini, sum longu hava víst seg fyri 2014 hjá stóru fyritøkuni, sum hevur høvuðssæti á Kambsdali.
Nú nýggja árið er byrjað, hevur KJ Hydraulik sáttmálar um ikki færri enn fimm tvíkiljur fyri stívliga 20 miljónir krónur.
- Ein tvíkilja er í gerð, sum skal latast alifelagnum Luna miðskeiðis í hesum mánaðinum.

Stórur sáttmáli
Ólavur Asafsson Olsen sigur, at beint fyri jól undirskrivaðu KJ Hydraulik og Bakkafrost eisini sáttmála um fýra tvíkiljur, sum skulu latast frá miðskeiðis í juli til miðskeiðis í oktober.
- Tann eina tvíkiljan, sum vit skulu lata Bakkafrosti, er av teimum størstu og av sama slagi sum tann, ið Luna skal hava. Hesar tvíkiljurnar eru 14 metrar langar, sjey metrar breiðar og hava ein krana á 40 tm. Hinar tríggjar tvíkiljurnar til Bakkafrost verða eitt vet minni - ella 13 metrar langar og seks metrar breiðar við krana sum er 23,5 tm.
Stjórin á KJ Hydraulik sigur, at tvíkiljurnar, sum skulu latast Bakkafrosti, eru ávikavist nr. 34, 35, 36 og 37 í røðini.

Fantastisk byrjan
- Tað er fantastiskt fyri okkum at byrja árið við slíkari “ordrabók”, sum Ólavur Asafsson Olsen tekur til.
Í fleiri ár hevur KJ Hydraulik samstarvað við verksmiðju í Letlandi um skrokkar og stýrhús til tvíkiljurnar. Skrokkarnir eru úr stáli og húsið úr aluminium.
- Síðan verður alt arbeiðið og allar instalatiónir gjørdar í Føroyum, og íroknað er eisini sandblásing, metallisering og máling, sigur stjórin.

Motorar til SEV
Men, tvíkiljurnar til ávikavist Luna og Bakkafrost eru ikki einastu sáttmálar, ið KJ Hydraulik longu hevur í skjáttuni fyri árið 2014.
- Vit skulu eisini levera tveir motorar og tvey generatorsett til SEV í apríl, og hetta er ein bílegging á umleið 10 miljónir krónur.
Ólavur Asafsson Olsen veit at siga, at motorarnir til SEV, sum eru av slagnum MTU, skulu setast upp á Sundi.
- Á Sundsverkinum verður ein stórur motorur tikin niður, og tveir motorar við generatorum verða settir upp í staðin.

Byggja aliringar
Av einum umsetningi í fjør, sum var væl oman fyri 100 miljónir krónur, stóð alivinnan fyri umleið 40% av hesum.
Ólavur Asafsson Olsen vísir á, at umframt bygging av tvíkiljum, byggir felagið eisini nógvar aliringar millum ár og dag, og soleiðis verður eisini í ár.
- Jú, eg vil siga, at tað gongur væl á hesum øki, og nú alivinnan seinnu árini hevur havt vind í seglunum, hevur hetta eisini smittað av sær til okkara, leggur stjórin aftrat.
Stívliga 80 fólk arbeiða hjá KJ Hydraulik, og hesi fáast við framleiðslu, installeringar, umvælingar, sølu og tænastu.