Vinnulív
KJ-Hydraulik á Kambsdali hevur keypt el-fyritøkuna JT Electric, sum eisini húsast á Kambsdali.
Endaliga avtalan verður undirskrivað ein av fyrstu døgunum.
Ólavur A. Olsen, stjóri í KJ-Hydraulik váttar, at felagið hevur keypt el-fyritøkuna og Jóannes Thomsen, sum er maðurin aftanfyri JT Electric sigur, at flestu viðurskifti nú eru komin upp á pláss.
Sosialurin fer at venda aftur til málið í blaðnum í morgin.
Bygdu ov stórt
JT Electric hevur fleiri ár á baki, men síðan felagið bygdi nýggjan og stóran bygning á Kambsdali fyri fáum árum síðan, hevur raksturin verið tungur.
- Vit bygdu ov stórt og hava kent avleiðingarnar av hesum – ikki minst tí, at alingin, sum vit leveraðu nógvan útbúnað til, fór av knóranum. Vit megnaðu ikki at bera nýggja bygningin, men síðan hesin parturin fór í gjaldssteðg fyri trimum árum síðan, hava vit saman við nýggjum íleggjarum roynt at ment felagið aftur. Tað hevur gingið spakuliga uppeftir aftur. Eg haldi, at tað er skilagott, at KJ-Hydraulik nú keypir virksemið, sigur Jóannes Thomsen.
Veitari av tøkni
Á heimasíðuni hjá JT Electric verður víst á, at felagið hevur lagt seg eftir at verða up-to-date við menning av tøkni fyri altíð at kunna veita viðskiftafólki bestu tænastuna og nýggjastu tøknina.
- Tøknin er komin fyri at vera, og næstan hvønn dag koma nýggar vørur og tænastur á marknaðin, soleiðis at arbeiðsuppgávurnar kunnu gerast lættari hjá eitt nú framleiðsluvinnuni.
JT Electric hevur verið og er veitari av tænastum og vørum til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.
- Vit framleiða soleiðis eitt nú undirvatnsljós, kameraskipanir, stýringar og annað til alivinnuna. Harumframt veita vit tænastu til fóðurskipanir, generatorar og aðra tekniska útgerð til alivinnuna, sigur felagið á heimasíðuni.
Ljós til Chili
Tá ið JT Electric flutti í nýggj høli á Kambsdali fyri fáum árum síðan, fingu vit upplýst, at fyritøkan longu tá hevði selt eini 500 aliljós til Chili.
Felagið framleiðir eisini PLC-stýringar til stórar og smáar uppgávur.
Vit fara sum nevnt at venda aftur til JT Electric og KJ-Hydraulik í blaðnum í morgin.