Nú nýggja árið er byrjað, hevur KJ Hydraulik, sum hevur sítt høvuðssæti á Kambsdali, sáttmálar um ikki færri enn fimm tvíkiljur fyri stívliga 20 miljónir krónur. Haraftrat hevur fyritøkan sáttmála við SEV um tveir nýggjar motorar til Sundsverkið fyri umleið 10 miljónir krónur.
Stjórin í fyritøkuni, Ólavur Asafsson Olsen, sigur, at ein tvíkilja er í gerð, sum skal latast alifelagnum Luna miðskeiðis í hesum mánaðinum.
Hann vísir á, at beint fyri jól undirskrivaðu KJ Hydraulik og Bakkafrost eisini sáttmála um fýra tvíkiljur, sum skulu latast frá miðskeiðis í juli til miðskeiðis í oktober.
- Tann eina tvíkiljan, sum vit skulu byggja til Bakkafrost, er av teimum størstu og av sama slagi sum tann, ið Luna skal hava.
Ólavur Asafsson Olsen vísir á, at hesar tvíkiljurnar eru 14 metrar langar, sjey metrar breiðar og hava ein krana á 40 tm. Hinar tríggjar tvíkiljurnar til Bakkafrost verða eitt vet minni - ella 13 metrar langar og seks metrar breiðar við krana sum er 23,5 tm.
- Tvíkiljurnar, sum skulu latast Bakkafrosti, eru ávikavist nr. 34, 35, 36 og 37 í røðini, leggur hann aftrat.
Stjórin heldur, at tað er fantastiskt at byrja árið við slíkari “ordrabók”, sum Ólavur Asafsson Olsen tekur til.
Í fleiri ár hevur KJ Hydraulik samstarvað við verksmiðju í Letlandi um skrokkar og stýrhús til tvíkiljurnar. Skrokkarnir eru úr stáli og húsið úr aluminium.
- Síðan verður alt arbeiðið og allar instalatiónir gjørdar í Føroyum, og íroknað er eisini sandblásing, metallisering og máling, sigur stjórin.
Ólavur Asafsson Olsen sigur, at KJ Hydraulik eisini hevur sáttmála við SEV um tveir motorar og tvey generatorsett, sum skulu latast í apríl, og hetta er ein bílegging á umleið 10 miljónir krónur.
- Motorarnir til SEV, sum eru av slagnum MTU, skulu setast upp á Sundi. Á Sundsverkinum verður ein stórur motorur tikin niður, og tveir motorar við generatorum verða settir upp í staðin.
Stjórin vísir á, at av einum umsetningi í fjør, sum var væl oman fyri 100 miljónir krónur, stóð alivinnan fyri umleið 40% av hesum. Umframt bygging av tvíkiljum til alivinnuna, byggir felagið eisini nógvar aliringar millum ár og dag, og soleiðis verður eisini í ár.
- Jú, eg vil siga, at tað gongur væl á hesum øki, og nú alivinnan seinnu árini hevur havt vind í seglunum, hevur hetta eisini smittað av sær til okkara, leggur Ólavur Asafsson Olsen aftrat.
Stívliga 80 fólk arbeiða hjá KJ Hydraulik, og hesi fáast við framleiðslu, installeringar, umvælingar, sølu og tænastu.