Í dag hava Bakkafrost Farming og KJ undirskrivað sáttmála um veitan av nýggjum aluminium arbeiðsbáti.
Talan er um arbeiðsbát, sum er 9 metrar langur og tríggjar metrar breiður. Arbeiðsbáturin hevur ein 300hk motor, ein 1,4 tonsmetur Palfinger dekskrana og ein 2 tons kopp. Umframt hetta hevur arbeiðsbáturin eisini eina bógskrúva. Arbeiðsbáturin verður eftir ætlan veittur um árskifti 2026/2027.
Avatalan um arbeiðsbátin varð undirskrivað á básinum hjá KJ, sum luttekur á Atlantic Fair í Klaksvík. Básurin hjá KJ er skrýddur og bygdur sum ein messa umborð á einum skipi, og hevur hugtikið nógvu gestirnar, sum hava vitjað messuna.












