Kjakevni til løgtingsvalið

Føroyska skattalógin er stavnsbindandi, manglar rættartrygd og forðar fyri at landvinnan kann skapa alternativar vinnur

Martin Pauli Jacobsen
??????????????????


Hetta lesarabrævið er skrivað fyri at starta eitt kjak um, hvat tann føroyska vinnupolitiska strategiin skal verða fyri føroyingar á landi, ið arbeiða uttanlands.. Hon finnist ikki í dag.
Føroyingar hugsa um og síggja bert eitt samfelag, ið byggir uppá fisk og sigling. Øll eggini eru í somu kurv. Vit tosa um alternativar vinnur, men hetta sýnist bert at vera óseriøst tos.So leingi sum grundvøllurin ikki er lagdur, kunnu vit ikki av álvara fara undir alternativar vinnur. Her verður fyrst og fremst hugsað um eina kappingarføra skattalóg.
Tí má tann føroyska skattalógin verða innrættað soleiðis, at føroyingar ikki eru verri stillaðir at arbeiða globalt, enn fólk úr okkara grannalondum. Eisini mugu fólk á landi verða eins væl stillaði sum teir føroysku sjómennirnir. Rættartrygdin má eisini verða eins góð sum í okkara grannalondum.
Í tí fylgjandi vil eg í stuttum samanlíkna tað føroysku skattalógina við onkra skattalóg í okkara grannalondum, og eisini ávísa at tann føroyska skattalógin hevur innbygt stavnsband og manglandi rættartrygd. Eisini vil eg siga mína meining um í hvønn rætning ein nýmótansgjørd skattalóg átti at farið.

1.Ein føroyingur við familju flytur til eitt láskattaland at búgva t.d í fýra ár, far eina skattarokning afturvirkandi tá ið hann flytur heim aftur. ( Men hevur ikki valrætt í føroyum.)

Tann føroyska skattalógin sigur:

§ 1. Fulla skattskyldu hevur:
1) Hvør persónur, ið hevur bústað í Føroyum.
2) 1) 2) 25) Hvør persónur, sum innan 4 tey seinastu árini hevur havt bústað her í landinum, uttan so at hann prógvar, at hann er undir skyldu at gjalda inntøkuskatt uttanlands. Tað er tó ein treyt, at skattingin ikki fer fram eftir reglum, sum eru eyðsýnt lagaligari enn skattareglurnar í Føroyum. Landsstýrismaðurin í skattamálum avger, um inntøkuskattingin uttanlands má metast sum eyðsýnt lagaligari enn eftir skattareglunum í Føroyum. Avgerðin, um skattingin uttanlands eyðsýnt kann metast sum lagaligari enn eftir skattareglunum í Føroyum, verður tikin út frá eini heildarmetan. Eisini hevur tað týdning fyri metingina, um ein verulig inntøkuskatting fer fram, um inntøkuskattingin sum meginregla fevnir um allar inntøkur, uttan mun til hvaðani tær stava, og um inntøkuskattingin fer fram eftir reglunum galdandi fyri persónar búsitandi har.
Hesa áseting fortolkar skattavaldið soleiðis, at tað tekur sær rætt til at krevja skatt frá fólkinum, ið slett ikki búgva í føroyum. Er hetta rímligt ?
Hetta er brot á frælsið hjá tí einstaka frítt at velja hvar hann vil búgva. Lønarlagið í flestu londum er annars tengt at skattatrýsti.
Eg veit ikki um nakað land, sum bindur fólk á henda hátt, heldur ikki Danmark.
Hetta er stavnsband av grovasta slag. Hesin persónurin, ið flytir til eitt annað land, hevur ikki ein gongd valrætt í Føroyum, men skal betala fullan føroyskan skatt. Hvar er frælsi ?

2.Ein føroyingur, ið hevur familjuna eftir í Føroyum og arbeiðir og býr uttanlanda, betalir fullan skatt til Føroyar. Okkara grannalond hava eina nógv lagaligari skipan. Føroyingurin hevur heldur ikki í hesum førinum valrætt í Føroyum.

Hví skulu føroyingar á landi, sum t.d arbeiða 300 dagar um árið uttanlanda í einum láskattalandi , betala fullan skatt til Føroyar, samstundis at sjómenn sleppa nógv lættari. (DIS, FAS, fiskimenn).
Tað má verða minsta krav, at føroyingar í minsta lagið eru líkastillaðir við fólk úr grannalondunum. Danskarar nýta Ligningsloven paragraf 33.A. Hetta merkir, at um ein dani arbeiðir í einum lágskatta/skattafríðum landi, og er heima í Danmark í mesta lagi 82 dagar um árið, betalir hann ongan danskan skatt, sjálvt um familjan er eftir í Danmark. Onnur lond t.d England og Írland hava nógv betri treytir.

3.Tað føroyska skattavaldið gevur ikki bindandi svar uppá fyrispurningar frá fólki. Í Danmark er "forhåndstilkendgivelse" galdandi. Hetta merkir, at um ein persónur hevur ein fyrispurning til skattamyndugleikarnar, so er svarið frá mynduleikanum bindandi. Hetta viðførir at fólk kunnu líta á svarið tey fáa. Tað er eingin, ið aftaná kann koma við einari nýggjari fortolking av skattalógini, sum so aftur rakar henda sama borgaran. Hetta er rættartrygd fyri borgarin.

Eg havi verið í samband við fleiri fólk, sum eru frustreraði, tí tey fáa ymisk svar frá skattamynduleikunum.Sjálvt eitt skrivligt svar er ikki bindandi. Í einum landi sum ikki vil kallast ein banan republik, hevur borgarin rætt og krav uppá at fáa eitt svar, ið hann kann líta á.
Eitt dømi, ið lýsir hetta rættarloysi, er t.d. fylgjandi regla frá § 1 í føroysku skattalógini fyri føroyingar, ið flyta heim aftur til Føroyar:
Tað er tó ein treyt, at skattingin ikki fer fram eftir reglum, sum eru eyðsýnt lagaligari enn skattareglurnar í Føroyum. Landsstýrismaðurin í skattamálum avger, um inntøkuskattingin uttanlands má metast sum eyðsýnt lagaligari enn eftir skattareglunum í Føroyum.
Skal ein persónur, ið betalur 50 % skatt uttanlands, betala sleppa frá føroyskum skatti?
Hvussu nógvan føroyskan skatt skal ein persónur, ið hevur goldið 45, 40, 30, 20, 10 % útlenskan skatt gjalda?
Hvussu avger landsstýrismaðurin "eyðsýnt lagaligari ."
Hetta kann eisini lýsast á ein sindur annan hátt:
a)Ein persónur far frá fulltrúa A at vita at reglarnir skulu skyljast uppá ein bestemtan máta.

Persónurin handlar nú uppá tann máta, sum fulltrúi A segði at reglarnir skulu fortolkast.

b)Eitt ár seinni finnur fulltrúi B út av at fulltrúi A segði skeivt.

Hvussu við rættartrygdini hjá fólki. Persónurin kann risikera, at alt sum hann hevur gjørt, hevur verið út frá skeivum treytum. Hetta kann útvikla seg til eina óendaliga søgu. Tveir ymiskir fulltrúar hava rætt við mótstríðandi svarum, uttan at lógin er broytt.

Politikarnir eru líkaglaðir við rættartrygdina hjá borgarunum, tí teir gerða einki við henda trupulleikan.

4.Fólk á landi hava nógv verri treytir enn fólk á sjógvi.

Hví verður mismunur gjørdur á fólki, ið arbeiða á landi og á sjónum? Tíðin er farin frá, at tað bert eru sjómenn, ið arbeiða uttanlands. Hvat er argumentið fyri at fólk á sjógvi hava nógv betri skatta treytir enn fólk, ið arbeiða á landi.
Øll muga verða líka fyri lógini, líkamikið um ein arbeiðir uttanlanda á sjógvi ella á landi. Hvat er munurin á einum persóni ið arbeiðir í t.d UAE við lítlun skatt, og einum persóni, ið siglir við DIS skipanini. Í báðum førum verða pengarnir brúktir í Føroyum.

5.Verður mangul uppá arbeiðskraft í Føroyum, um fleiri føroyingar fara at arbeiða uttanlands?

Her kann svarast við einum nei. Tað finnist nokk av arbeiðskraft. Um Føroyar bjóða kappingarførar umstøður, so kemur arbeiðskraftin av sær sjálvum.

6.)Hvussu átti tann føroyska skattalógin at verið innrættað

a.Ein persónur við familju skal hava rætt til at flyta til eitthvørt land uttan uppíblanding frá skattamyndugleikunum. Hann skal verða ein frælsur persónur, sum fólk í grannalondum okkara.
Hetta merkir at § 1 í skattalógini má broytast.

b.Ein persónur, ið arbeiðir/býr uttanlanda og hevur familjuna eftir í Føroyum, skal ikki gjalda meiri skatt enn fólk í tí landinum, har hann arbeiðir. Broyta § 1 í skattalógini. Hetta merkir, at um lítil/eingin skattur er í landinum, so skal hann ikki fáa føroyskt skattaprocent omaná. Um føroysku skattamyndugleikarnir ynskja at fáa fingrarnar í hesar pengar, so mugu teir fáa eina dupultskatta avtalu við viðkomandi land.

c.Føroyingur á landi, ið arbeiðir uttanlanda gjøgnum eitt føroyskt felag, soleiðis at lønin verður útgoldin í Før-oyum, skal ikki gjalda skatt teir dagarnar, hann arbeiðir uttanlanda. Sjómenn hava lagaligar treytir. Her kann nevnast, at Írland hevur tann ordningin, at tann samlaða lønin verður forholdvís redu-serað við døgunum hann arbeiðir uttanlands. Írland er tað landið í ES, ið hevur haft tað størstu fíggjarligu framgondina.

Írskt dømi :
Samlað løn: 500.000 kr
Dagar uttanlands: 100 dagar
Frádráttur:
500.000x(100/360)= 138.889 kr
Skattapligtig inntøka : 361.111 kr
Dagfrádráttur per dag : 138.889/100=1.339 kr

d.Føroyingar á landi skulu ikki verða verri stillaðir enn fólk á sjónum at arbeiða uttanlanda. Líkagrundreglan. Hví skal tað almenna blanda seg í um uttanlandsvinnan arbeiðir á landi ella á sjógvi.

e.Bindandi forhondstilsøgn má verða eitt minimum krav til eitt rættarsamfelag. Eitt land, ið ikki gevur bindandi svar kann ikki kalla seg eitt rættarsamfelag.
f.Føroyingar í arbeiða í Føroyum skattast til felags føroyskar treytir.
Føroyingar ið arbeiða uttanlands til felags uttanlands treytir.


Niðurstøða:
Føroyar praktiserar "Arbeiðsforboð" fyri føroyingar, ið hava hug at arbeiða uttanlands. Hetta merkir, at tað er ein miðvís politisk stýring, so Føroyar aldrin verða annað enn fiskur og sjómenn.
Alt tos um KT vinnu, alternativar vinnur er einki annað en tómt møsn. Føroyar fáa bert alternativar vinnur, um tann føroyska skattalógin verður broytt, so at føroyingar á landi fáa sama møgulleikan sum onnur at arbeiða í altjóða høpi.
Føroyingar hava brúk fyri at fólk veksilvirka millum at arbeiða í Føroyum og uttanlands og hava ein altjóða førning við sær heimaftur. Verandi skattalóg vísir klárt at verandi generatión av politikarum ikki skilja hetta.
Føroyar hava brúk fyri at eisini føroyingar arbeiða í multinationalum feløgum uttanlanda til altjóða treytir, og kunnu hava familjuna eftir í Føroyum.
Um tú hevur áhuga at arbeiða í altjóða høpi, so eru Føroyar eitt út av lagi vánaligt land at búseta teg í.
Verandi generatión av føroyskir politikarum hava miðvíst saboterað altjóða alternativar vinnur, ið ikki hava nakað við fisk og sjógv at gera.