Landsstýrið hevur sett út í kortið, at nýggj fiskivinnulóg skal gerast í hesi tingsetuni. Løgtingið hevði aðalorðaskifti um málið hin 4. desember, og fyrst í komandi ári er ætlanin, at løgtingið fær eitt lógaruppskot at taka støðu til.
- Tað er í hesum sambandi, at Handilsskúlin á Kambsdali skipar fyri almennum kjakfundi týskvøldið hin 11. desember klokkan 19, har eisini fólkið sleppur til orðanna.
Á kjakfundinum verða hesi evni viðgjørd: 1) Ogn Føroya fólks hvønn týdning hevur henda orðingin? 2) Loyvistíðarskeið - hvat hendir eftir 2018? 3) Avhending - keyp, søla og samanlegging av loyvum og 4) Áseting av fiskirættindum - fiskidagar og/ ella kvotur, og hvør skal áseta hesi?
Fiskivinnukjakið verður skipað nakað øðrvísi enn vanligir politiskir fundir.
- Eitt nú verður tað ikki upp til hvørt politisk umboð at hava upplegg, men skulu hesi í staðin svara ítøkiligum spurningum. Fyri hvørt evnið kemur Hjalmar Hansen, deildarstjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali, at hava eitt stutt upplegg, og síðan fara teir báðir, Georg L. Petersen, blaðmaður á Dimmalætting og Hans Jacob Kollslíð, lærari á Handilsskúlanum, undir at spyrja panelluttakararnar - og sjálvsagt verður eisini høvi hjá fundarfólkinum at seta spurningar.
Í panelinum sita Jákup Mikkelsen, Alfred Olsen, Aksel V. Johannesen, Kári P. Højgaard, Páll á Reynatúgvu, Bill Justinussen og Poul Michelsen
- Handilsskúlin vil fegin vera við til at skapa eitt positivt orðaskifti um fiskivinnuskipanina. Lógin um vinnuligan fiskiskap er ein av týdningarmestu vinnulógunum í Føroyum, og tí er heilt sjálvsagt, at eisini eitt fólksligt orðaskifti er um hetta týdningarmikla evnið.
Hjalmar Hansen, deildarstjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali, leggur dent á, at tiltakið er ikki einans fyri næmingar á miðnámsskúlanum, men er alment tiltak, har øll áhugaði eru vælkomin.
Tiltakið er ókeypis og høvi verður at keypa kaffi og køkur.