KAPPRÓÐUR
Tað eru nýggjar tíðir í kappróðrinum í Klaksvík. Bæði so og so. Hetta er fyrsta kappingarárið eftir, at undirsjóvartunnilin er latin upp, og hetta er fyrsta árið eftir, at danski olympiski meistarin, Stefan Mølvig, var í Klaksvík. Tað kundi kanska havt nýggjar møguleikar við sær fyri róðrarsamstarvið við næstu grannabygdirnar í Eysturoy, at tað nú er fast samband um Leirvíksfjørð. Enn sæst einki til sovorðið samband. Í Leirvík og í Gøtu hevur tað í fleiri ár verið fullkomuliga øskukalt í kappróðrinum, og fuglfirðingar hava ikki yvirskot til meiri enn at stríðast fyri at felagið hjá teimum ikki heilt skal detta niður fyri. At siga, at tað ikki er nakað samstarv um kappróðurin um fjørðin, er ikki púra beint. Formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag er leirvíkingur. Eftir at hann síðani 1981 fyri tað mesta hevur búð í Klaksvík, so eru hann og familjan flutt til Leirvíkar, nú sambandið er vorðið fast. Formaðurin eitur Jóhan Petur Jacobsen, og hann er jarðbundin, tá ið hann stutt undan Norðoyastevnuni lýsir støðuna hjá kappróðrinum í Klaksvík. Í fjør vóru Fípan Fagra við dreingjum og Nevið Reyða føroyameistarar, Tekla við gentum vann bronsumerkini, og felagið luttók við so nógvum manningum, sum tað ikki hevur gjørt áður. Í ár hevur bara ein manning vant støðugt á vánni. Tað eru menninir umborð á 6-mannafarinum Páll Fanga. Klaksvíkingar rokna eisini nógv við 10-mannafarinum. Klaksvíking hevur tað tó ikki verið so nógv at sæð til. Ta søguna siga vit í aðrari grein. Nú undan stevnuni er Tekla mannað við kvinnum. Helmingurin av manningini eru tær, sum vóru við gentumanningini í fjør, og sum nú eru ov gamlar til ta kappingina. Hin helmingurin róði við Rituni i fjør. Nevið Reyða er eisini mannaður stutt undan Norðoyastevnu. Fleiri teirra, sum hava mannað bátin, hava róð við Argjabátinum undanfarnu árini. Ætlanin er, at 8-mannafarið hjá klaksvíkingum skal venja á Havnarvág.
Hesum báðum omanfyri nevdnu manningunum kann tað tó ikki roknast nakað serligt við í hvussu so er ikki nú beinanvegin tí tær hava ikki vant nakað serligt. Harafturat luttaka klaksvíkingar við onkrari manning í barnaróðrinum.
Kjalarvørrurin Í kappróðri hevur so mangur sannað, at tá ið tú kemur í kjalarvørrin av øðrum báti, so gerast lítið. Í hvussu so er verður ikki hugsningur um at vera millum teirra, sum kappast um fremsta plássið og harvið gullkrónurnar. Nakað soleiðis tykist støðan vera, tá ið nýggi róðrarformaðurin í Klaksvik greiðir frá støðuni, sum hon er eftir rimmar árið í fjør, tá ið tað eydnaðist Stefani Mølvig at ala nýggjan hugburð fram í kappróðrinum í Klaksvík. - Lívið í og kring felagið í ár kann ikki sammetast við í fjør. Umstøðurnar eru framvegis góðar, og vit rokna og vóna við, at tað fer at ganga væl hjá í hvussu so er tveimum manningum. Men tað hevur víst seg sera torført at fáa fólk at manna allar bátarnar. Fleiri teirra, sum í fjør vóru við til at manna Fípuna, hava gjørt av at halda frí frá kappróðrinum, og hóast felagið hevur luttikið í barnaróðri, so gongst illa at fáa samband millum árgangirnar, sigur Jóhan Petur Jacobsen. Hóast tað ikki er sami aktivitetur í ár, sum hann var tað í fjør, og hóast úrslitini harvið neyvan fara at vera tey somu, sum tey vóru í fjør, so sær formaðurin ljóst upp á framtíðina hjá felagnum. - Tað skal støðugt arbeiði til í fleiri ár fyri at menna kappróðrarmentan og við at skapa manningarligt grundarlag, sum er so mikið stórt, at tað ikki bilar fyri luttøkuna, um onkrir rógvarar gera av at halda frí í eitt ár. Vit mugu grípa í egnan barm og siga, at vit hava ikki verið nóg dugnalig at fáa felagið at halda seg á aldukambinum, sum árið í fjør vísti seg at vera. Tað er ikki annað at gera enn at stríða seg uppaftur. Felagið eigur góðar stuðlar og umstøðurnar eru góðar. Hølini eru so góð, sum tey eru hjá nøkrum felag, og bátarnir eru nógvir og góðir, sigur Jóhan Petur Jacobsen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, sum sigur seg vóna, at tað fer at bera felagnum til at vera við í FM stríðnum um tvey FM heiti.