Kjansurin hjá Real Madrid er í kvøld

Champions League: Manchester City hevur avbjóðingar í verjuni

Í kvøld verður fyrra hálvfinalan millum Manchester City og Real Madrid í Champions League. Heimaliðið er helst uttan fleiri verjuspælarar, og tí kann hetta verða møguleikin hjá Real Madrid.

 

Manchester City er uttan João Cancelo, sum hevur leikbann, meðan Kyle Walker og John Stones eru ivasamir. Kyle Walker hevur ikki vant í 10 dagar o ger hann ikki við frá byrjan, so kann tað geva gott pláss til Vinícius Júnior, sum hevur havt eitt framúr kappingarár fyri Real Madrid.

 

Pep Guardiola hevur ikki vunnið Champions League síðani 2011, tá hann var venjari hjá FC Barcelona. Í fjør kom Manchester City í finaluna, men tapti 1-0 móti Chelsea. Champions League steypið er heilt stóra málið hjá Manchester City, sum ongantíð hevur vunnið kappingina.

 

Gestirnir úr Madrid hava hinvegin vunnið kappingina 13 ferðir. Tað er geitt met. Real Madrid er langt fremst í La Liga, men tað tykist vera ein breið semja um, at Manchester City er favorittur at vinna á pappírinum, men tað sker okkurt við Real Madrid, tá felagið spælir í Champions League.

 

Real Madrid hevur spælt fleiri minni góðar dystir, men vunnið. Greiðasta dømi er nokk dystirnir móti Paris Saint Germain, har franska høvðusstaðarliðið hevði tamarhald á uppgerðini meginpartin av dystunum, men mátti lúta fyri Karim Benzema. Tað kundi verið líkt til, at Manchester City kemur at hava bóltin nógv, meðan spanska høvðusstaðarliðið nokk skal fáa sínar málmøguleikar.

 

Væntaðar uppstillingar: Manchester City - Real Madrid

 

Man. City: Ederson; Walker, Rúben Dias, Laporte, Zinchenko; De Bruyne, Rodri, Bernardo Silva; Mahrez, Foden, Sterling

 

Leikbann: João Cancelo

 

Ivasamir: Walker, Stones

 

Real Madrid: Courtois; Carvajal, Éder Militão, Alaba, Mendy; Modrić, Camavinga, Kroos; Valverde, Benzema, Vinícius Júnior

 

Ikki við: Hazard, Mariano, Jović

 

Doubtful: Alaba, Casemiro