Kjartan var loksins á vøllinum aftur

Aftaná drúgva skaðafráveru var Kjartan Johansen við í útisigri hjá Lemvig-Thyborøn

Kjartan Johansen var í kvøld loksins á vøllinum aftur fyri Lemvig-Thyborøn aftaná eina drúgva skaðafráveru.

Lemvig-Thyborøn vann í dysti á útivølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini greiðan 36-29 (18-15) sigur á Odense.

Kjartan skoraði seinasta málið hjá Lemvig-Thyborøn, og tað mundi vera ein góð kensla nú hann hevur stríðst fyri at koma fyri seg aftur aftaná skaðafráveruna.

Lemvig-Thyborøn er fimtfremst í deildini við 28 stigum. Teir hava tó níggju stig upp til liðini sum kappast um uppflyting, so Lemvig-Thyborøn má taka enn eitt kappingarár í næstbestu deildini. 

Sunnudagin klokkan 15.30 spæla landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ fyri at halda fast í oddasessinum í deildini. Tað gera teir á útivølli í dysti móti Tønder.