Kjell Inge Røkke er sambært e24.no ríkasti maður í Norra.
Nýggjastu tølini vísa, at frá 2006 til 2007 hevur Røkke økt um ognir sínar, frá 1,42 milliardum í 2006 til góðar 10 milliardir í 2007. Rækjufiskarin frá Molde hevur harvið lagt seg ovast á listanum yvir ríkfólk í Norra.
Í felagnum Aker, sum Røkke eigur, seldi hann sín part av Aker Yards, eisini gjørdi hann aðrar góðar handlar. Røkke hevur havt góða nøs fyri nær hann skuldi selja, tí bara fáar mánaðar eftir søluna fall kursurin á partabrøvunum við meira enn 40 prosentum.
Men inntøkan hjá Røkke er ikki stór, hann hevur nevnliga onga inntøku.
Annars eru nógvir ríkmenn í Norra, á listanum eru um 100 fólk, sum eiga meira enn 450 milliónir.
Niðanfyri er listin yvir tey, ið eiga meira enn 2 milliardir:
1 KJELL INGE RØKKE 1958.................................... 10,0
2 OLAV THON 1923............................................. 7.6
3 ARNE ALEXANDER WILHELMSEN 1965....................3.2
4 MARGARET BOEL GARMANN KIERULF 1955.............3,0
5 JENS DAG ULLTVEIT-MOE 1942............................ 2,9
6 JOHAN HENRIK ANDRESEN 1961............................2,8
7 TROND MOHN 1943............................................ 2,6
8 NINA CAMILLA HAGEN 1981................................. 2,6
9 CAROLINE MARIE HAGEN 1984..............................2,6
10 CARL ERIK HAGEN 1988......................................2,6
11 OLE RASMUS MØGSTER 1958............................. 2,4
12 JOHAN JOHANNSON 1967................................... 2,0