Kjølurin hvílir - men kneysar eru í bæði borð

- Tá Eivind verður sleipaður av aftur, skal skipið helst koma beint út aftur, haðani tað kom inn, so skipssíðurnar ikki verða skamfílaðar, sigur leiðarin á MRCC.

 

Kjølurin hvílir fleiri staðni frameftir, men kneysar eru í bæði borð. Myndir: Jens Mortan Rasmussen.

 

 

Seinnapartin í dag komu Brimil og Grønanes inn á Tangafjørð til frystilínuskipið Eivind, sum stutt fyri middag í dag sigldi seg fast á Flesjunum.

 

Kavarar hjá Brimli hava verið niðri og kannað botn og skrokk og leiðarin á MRCC, Edvard Bjarnasson, segði við kringvarpið fyrr í kvøld, at eingin skaði er at síggja á skrokkinum. 

 

- Tað sær út, sum kjølurin hvílir fleiri staðni frameftir, men tað eru kneysar bæði bakborðs-og stýriborðsmegin, sum eru nokso tætt við skipsskrokkin. Tá Eivind verður sleipaður av aftur, skal skipið helst koma beint út aftur, haðani tað kom inn, so skipssíðurnar ikki verða skamfílaðar.

 

Sum skilst, hevur Eivind 39.000 litrar av olju í tangunum, og her liggur Grønanes klárur at pumpa oljuna úr skipinum.

 

Sambært leiðaranum á MRCC verður neyvan farið í holt við at hála skipið av aftur, fyrr enn oljan er pumpað úr skipinum. Edvard Bjarnasson segði við KvF, at tey í dag hava skift orð við fleiri, sum á ymiskan hátt eru partar í málinum.

 

- Vit vita ikki, hvussu tað fer at ganga at hála skipið av aftur, og her verður neyðugt at taka atlit til tær informatiónir, vit fáa, tá hetta arbeiði fer í gongd, sum hann tók til.

 

Men, nær væntar leiðarin á MRCC, at fyrsta royndin verður gjørt at hála skipið av aftur?

 

- Tað dugi eg ikki at siga í løtuni. Hetta veldst um, nær vit sleppa í gongd við at taka oljuna úr skipinum. Tað eru eisini tryggingar uttanlands og ymiskir aðrir partar, sum skulu hava neyðuga kunning, áðrenn vit kunnu fara í gongd, legði Edvard Bjarnasson aftrat í samrøðu við KvF í kvøld.

 

##med2##

 

Kjølurin hvílir fleiri staðni frameftir, men kneysar eru í bæði borð. Myndir: Jens Mortan Rasmussen.

Tað var stutt fyri klokkan 11.30 í morgun, at Eivind sigldi á Flesjarnar á Tangafirði.