Sum 28 ára gamal hevur Klæmint A. Olsen, áleypari hjá NSÍ sett eitt føroyskt fótbóltsmet, og hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu við stórum stavum.
Tá Klæmint A. Olsen á ovara vølli í Gundadali í kvøld økti til 2-0 til NSÍ ímóti HB í 65. minutti skoraði hann sítt mál nummar 154 í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Gamla metið átti núverandi høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg við 153 málum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá tí søguliga málinum hjá Klæmint A. Olsen. Helgi L. Petersen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
Miðlahúsið og FM1 ynska Klæminti A. Olsen tillukku við metinum.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við nýggja málmetsmannin, Klæmint A. Olsen og gamla málmetsmannin, Jákup á Borg aftaná NSÍ hevði vunnið 2-0 á HB.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen hjá HB, og samrøðuna Tróndur gjørdi við Sámal Erik "Bagga" Hentze, høvuðsvenjara hjá NSÍ.