1.-3. apríl var DM 2016 í klassiskari styrkilyfting í Keypmannahavn, har sørvingurin, Klæmint B. Vágadal, gjørdist nummar 2 í 83-kilo bólkinum.
Kappast varð í trimum desiplinum; squat, bonkpress og deadlift, har hvør lyftari hevði tríggjar royndir í hvørjari desiplin.
Klæmint B. Vágadal vann gull í squat. Hann lyfti 220 kilo uttan knæliðsbind, har pláss var til at lyfta meira.
Í bonkpressi hevur Klæmint B. Vágadal havt nógvar skadar at stríðast við. Her lyfti hann 115 kilo, sum varð góðkent. Síðan royndi hann seg við 120 kilo, sum ikki eydnaðist hendan dagin.
Eisini vann hann bronsu í deadlift, har hann lyfti 240 kilo. Her royndi hann seg eisini við at lyfta 255 kilo, sum kom heilt upp, men lyftið varð tíverri ikki góðkent.
- Klæmint B. Vágadal fekk eitt flott 2. pláss við einum samlaðum úrsliti á 575 kilo.
Tað verður sagt í tíðindaskrivi, sum er sent In.fo.