- Teir vóru betri fyrra hálvleik og ein part av seinna hálvleiki, men so koma vit upp á javnt og síðani tapa upp á handan mátan. Ja, okkara reaktión sigur alt. Tað er eingin ivi um, at Meinhardt (Joensen, red.) verður hildin, sigur Klæmint, sum fær viðspæl frá sjálva høvuðsmanninum, Meinhardti Joensen.
- Eg føli, at tað verður gjørt fríspark ímóti mær, men tað verjir ikki mína reaktión, sum kanska er við til at seta eld á alt. Tað er spell, at ein dómaraavgerð fær ein kavabólt somikið nógv á rull, at tað eisini fær avgerandi fyri næsta dyst, sigur hann og heldur fram
- Tað hoyrir við til søguna, at eg hevði eitt gult kort áðrenn. Gul kort er ikki nakað, eg vanliga havi á mær, og tí iðrar tað meg so nógv, tí mín reaktión kann møguliga verjast ímóti. Hevði eg minst til tað, so hevði eg tagt tað niður, sigur Meinhardt Joensen.
B36 hevur nú tapt tríggjar dystir á rað í Gundadali, men liðskiparin vil ikki hoyra talan um orðið kreppa.
- Teir dystirnir, vit hava spælt, hava vit ikki verið verri enn mótstøðuliðini. Ímóti HB vóru vit verri ein part av dystinum, ja, men ímóti EB/Streymi og B68 vóru vit betri. Tað er ikki nøktandi ikki at fáa stig í øllum hesum heimadystunum, men kreppa er kanska í so nógv sagt. Vit eru ikki komnir til ein triðing av kappingini enn, so vit kunnu arbeiða okkum uppaftur, vísir Klæmint Matras á.