Tað var borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen sum setti spakan í.
Frammanundan helt Atli S. Justinussen, formaður í felagnum eina røðu, har hann greiddi frá gongdini í málinum.
Atli segði soleiðis:
- Í november 1990 varð eitt skriv, hongt upp á ein hjall her í bygdini. Her varð boðað til fundar uppi í skúlanum týsdagin 4. desember 1990.
Endamálið var at fáa eitt felag stovnað, sum kundi skipa fyri ymiskum tiltøkum, har bygdarfólkið kundi møtast. Tað møttu nógv upp hetta kvøldið, og varð hetta felag tá sett á stovn, og fekk navnið Báran.
2000 fólk til bingo
Tey fyrstu bingo’ini, vóru hildin her í bygdini, og skjótt vuksu hesi bingo. Tað størsta bingo’ið sum felagið hevur havt, var á Kambsdali, og vóru omanfyri 2000 fólk. Tá máttu nógv fara avstað aftur, tí høllin var full. Annars eru fleiri onnur tiltøk fyriskipað gjøgnum árini.
Tann 21 nov. 1991 fekk felagið grundstykki, uttast í bygdini, men her var ikki møguleiki fyri parkeringsplássum. So vit vildu hava annað øki, har møguleiki var at fáa parkering.
Men at fáa eitt nýtt grundøki, hevur ikki gingið eftir vild. Tað hava verið nógvar forðingar á vegnum, serliga hevur tað gingið striltið, at fáa økisásetingarnar góðkendar frá landsmyndugleikunum.
Fyri at ein økisáseting kann góðkennast, soleiðis at eitt bygdarhús kundi byggjast her, máttu hesar viðgerðir í nógvar nevndir hjá landsmyndugleikunum.
Loksins, í juli í fjør, fekk kommunan grønt ljós frá Innlendismálaráðnum, og kundi kommunan útskrivað byggiloyvi.
Stuðul
Felagið hevur eisini havt umsókn inni hjá Mentamálaráðnum, um stuðul, men hendan umsóknin kundi ikki viðgerast, fyrrenn byggiloyvi var útskrivað. Viðmerkjast skal, at Mentamálaráðið arbeiddi skjótt, og fekk felagið eina tilsøgn 21 november í fjør. Haraftrat hevur felagið eisini fingið játtaðan stuðul frá kommununi í 2004. Hesin stuðul er játtaður yvir 5 ár. So hevur felagið sjálvt eginpening, og partur av húsinum er fígging frá Norðoya Sparikassa. Tá húsið er klárt at taka í brúk, kostar tað umleið 8 mió krónur.
Sjálva byggingina fer Buison at taka sær av, og el-arbeiðið verður gjørt av Norð-El.
Spakin settur í
Eg skal nú enda, men eg vil takka tykkum øllum, sum hava tikið lógvatøk um hesa ætlan. Tit havt ein ótrúligan týdning fyri felagið.
Í dag 17. februar er dagurin so upprunnin, har spakin kann vera settur í hetta grundøkið, sum er á matrikul nr. 88b, og er grundøkið 3493 fermetrar .til støddar.
Tað verður Steinbjørn O. Jacobsen sum setur spakan í. Aftaná eru tit øll hjartaliga vælkomin oman í kappróðrarneystið til smyrjibreyð.
Nær húsið verður liðugt er onki endaligt dato ásett enn, men fara vit at siga frá byggingini alla tíðina inni á heimasíðuni www.baran.fo.
Hetta húsið skal vera til gagn fyri øll, og eg kann viðmerkja at fyrsta bíleggingin til brúdleyp er longu komin.
- Tá húsið er liðugt, fer bygdarfelagið sjálvandi at skipa fyri einari stórari veitslu, lovaði Atli Justinussen í røðu síni.