Klárt til finaluna

Nú eru allir finalistarnir í sangkappingini Ársins songrødd funnir. Seinasta innleiðandi umfarið var á Kambsdali leygarkvøldið

 

Nú er greitt, hvørjir luttakararnir í stóru finaluni í kappingini Ársins songrødd eru.

Seinastu tveir finalistarnir vóru funnir í kappingini, sum var í ítróttarhøllini á Kambsdali leygarkvøldið.

Sunnvá Lamhauge og Jastrid Langgaard sungu í felag sangin hjá Destiny?s Child, Say my Name, og tað gav teimum fremsta plássið í kappingini. Jórun Heinesen gjørdist nummar 2 við Reflections hjá Christinu Augillera. Jórun var eisini við í finaluni í fjør.

Finalan í Ársins Songrødd verður í Badmintonhøllini í Havn leygarkvøldið 9. juni, og frammanundan hava hesi tryggjað sær pláss í finaluni: Guðrun Mortensen og Rakul Olsen úr Suðuroy, Nikolina Rubeksen og Randi Sivertsen úr Norðoyggjum, Hanna Fonsdal og Laila Jacobsen úr Vágum, Andreas Højgaard, Olga Joensen, Kristleyg Hansen & Óluva Højgaard úr Streymoy.