talv
Í tí yngra bólkinum, 4.fl og yngri, vóru dreingirnir úr Vestmanna enn einaferð greiðir vinnarar, og eru sostatt favorittar at vinna FM-finaluna sum verður í Klaksvík 28 mai.
Í eldra bólkinum bleiv vinnarin hesuferð Klaksvíkar Talvfelag, og her má sigast at spenningurin er varðveittur til tað síðsta, tí seinast vann Havnar Telvingarfelag, so her er púra opið hvør verður meistari, dagsformurin verður avgerðandi.
Úrslitið av seinnu undankappingini var: (yngri bólkur)
Nr. 1Vestmanna Talvfelag25 stig
Nr. 2Talvfelagið Rókur20 stig
Nr. 3Klaksvíkar Talvfelag18,5 stig
Teir ið telvaðu á vinnandi liðnum hjá Vestmanna Talvfelag:
1Jóhann Vørmadal7,5/8 stigum
2Jógvan Emil Joensen8
3Bárður Jónsson Stórá5
4Martin Skúvadal5
Liðini ið hava spælt seg í finaluumfarið eru:(yngri bólkur)
Vestmanna Talvfelag
Talvfelagið Rókur
Klaksvíkar Talvfelag
Kollafjarðar Talvfelag
Eiðis Talvfelag
Havnar Talvfelag
Í eldra bólkinum, 5 fl. og eldri, bleiv støðan hendan:
1 Klaksvíkar Talvfelag22 stig
2Havnar Telvingarfelag19 stig
3Vestmanna Talvfelag13 stig
Tey ið telvaðu við Klaksvíkar Talvfelag vóru:
1Rógvi Dragaberg7/8
2Bogi Hansen7
3Herborg Hansen8
4Danny Baldursson8
Liðini ið hava spælt seg í finaluumfarið eru:(eldri bólkur)
Klaksvíkar Talvfelag
Havnar Telvingarfelag
Vestmanna Talvfelag
Kollafjarðar Talvfelag 1
Talvfelagið Rókur
Kollafjarðar Talvfelag 2