Lutakastið fór fram í Miðlahúsinum í Vágsbotni, og tað var stigtakarin til kappingina, Jákup á Borg, sum stóð fyri lutakastinum.
Breið umboðan
Ikki færri enn 14 feløg hava boðað frá luttøku í kappingini, sum tískil verður skipað við fýra innleiðandi bólkum, og úr hvørjum bólki spæla tvey lið seg víðari í eitt millumfar, og síðani verður farið til hálvfinalur og finalu.
Yvirlit yvir bólkarnar sæst aðrastaðnis á síðuni, og tað sær ikki sørt spennandi út. Hóast stórur munur er á innandura og uttandura fótbólti, so fara eitt nú SÍ, AB og FS Vágar 2004 ivaleyst at hava tað eitt sindur trupult móti teimum størru liðunum úr fremstu deildini. Men sum áðurnevnt er torført at samanbera uttandura og innandura fótbólt, so rúm er fyri tí óvæntaða.
Jákup á Borg sigur, at hann er sera spentur upp á kappingina. Sjálvur verður hann ikki við á liðnum hjá HB, tí hann hevur nakað at hugsa um í sambandi við, at hann stendur fyri kappingini. Hann dylur tó ikki fyri, at hann gott kundi hugsað sær at verið við, men tað verður vónandi komandi ár.
- Eg ætli mær so ikki, at hetta skal verða nakað upplop. Vónandi verður kappingin eitt afturvendandi tiltak, sum seinni kanska eisini kann gerast eitt alment FM í innandura fótbólti við góðkenning frá Fótbóltssambandinum, sigur Jákup á Borg.
Tað er Føroya Banki, sum er høvuðsstuðul hjá kappingini, og bankin letur ein gávukekk til vinnandi felagið. Peningurin, ið verður latin, skal brúkast til ungdómsarbeiði í vinnandi felagnum. Umframt Føroya Banka hava eisini Føroya Bjór og 3'arin stuðlað kappingini.