Lasse Rasmussen úr Danmark hevur búð í Føroyum í eitt lítið ár.
- Sylvia og eg møttust á eftirskúla, vit blivu væl, og í fjør valdi eg so at flyta til Føroya, sigur Lasse, ið er úr lítlum býi í Sjællandi, sum kallast Smidstrup.
- Hósdagin flyta vit tó av landinum aftur til Danmarkar, so nú er tað mín túrur, sigur Sylvia, sum skal byrja upp á student aftan á summarferiuna.
Fyri Lasse hevur tað verið eitt upplivilsi at hava búð í Føroyum.
- Tað hevur verið øgiliga øðrvísi at búð her í mun til í Danmark. Eg elski fjøllini og nátturuna, so tey fari eg at sakna, sigur Lasse, men er skjótur at leggja aftrat,
- Eg fari tó ikki at sakna tað dýra slikkið.
Viðvíkjandi teimum føroysku klæðunum hava tey bæði ymiskar meiningar.
- Mær dámar ordiliga væl føroysk klæði. Eg savni, men tey skulu ikki vera heilt vanlig. Antin skulu tey vera blá ella grøn, sigur Sylvia.
- Mær dámar væl konufólkabúnan, men eg haldi, at mannfólkabúnin kanska er eitt sindur ov nógv, sigur Lasse.
Tey bæði hava ongar planir á ólavsøku.
- Kanska vit fara í biograf ella at hyggja eftir sjónleiki. Vit ganga bara runt, og so finna vit út av tí, sigur Sylvia at enda.