Klaksvík: Bilurin komin upp á land aftur

Bilurin, sum fór á sjógv í Klaksvík fyrr í kvøld, er nú fingin upp aftur. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at froksmenn hava verið í sjóðnum og fingið bilin upp aftur og samstundis kannað væl eftir, at eingin persónur hevur verið í nánd. 

 

- Teir hava lýst í og rundan um bilin og kannað økið væl, so vit kunnu tíbetur staðfesta, at eingin var í bilinum, sigur vakthavandi. 

 

 

Les eisini: Bilur farin á sjógv í Klaksvík

 

 

Avhoyringar verða gjørdar í Klaksvík nú fyri at finna fram til, hvat kann vera hent við bilinum, síðani hann fór á rull. Vindurin hevur verið harður í Klaksvík í kvøld. Tekjan á Húsarhaldsskúlanum fekk skaða fyrr í kvøld og tí er ein teori, at tað er vindurin, sum tók bilin.

 

- Men enn er tað bara gitingar, staðfestir vakthavandi.