Tíðin tykist at hava gingið skjótt, síðani tosið um Norðoyatunnilin av álvara tók dik á seg.
Samlaða tunnilslongdin, sum higartil er sprongd ígjøgnum, nærkast í skrivandi stund hálvumøðrum kilometri. Longu um eitt ár verða allir seks kilometrarnir skotnir ígjøgnum, og áðrenn Norðoyastevnuna 2006 verður koyrandi á Norðoyastevnu hjá flestu føroyingum.
Broytta ferðasambandið verður fyrst og fremt ein kollvelting fyri okkum hesumegin fjørðin.
Avbjóðing og stevnumið okkara er og verður harafturímóti at fyrireika okkum so væl til hetta nýggja sambandið, at árinið frá okkara lokaløkið ? og tað, okkara lokaløkið hevur og fer at bjóða ? skal fara at merkjast so langt sum tilber inn á meginøkið.
Jú, Klaksvik bjóðar enn einaferð framtíðini av.
Hetta siðvanda undangonguøkið, sum í mansaldrar hevur bygt upp sín egna sterka samleika, skal nú eftir fáum árum saðla um á fleiri økjum, tí í 2006 verða vit á ein heilt nýggjan og áður óroyndan hátt partur av meginlandinum í Føroyum.
Á nógvum lyklaplássum í lokalsamfelag okkara hava fólk brotið upp um armar. Onkustaðni er nýggj kós sett út í kortið inn á nýggjar spennandi leiðir. Ongar nýhugsanir koma av sær sjálvum ? tær mugu skapast av menniskjum, sum vilja og evna at bróta upp úr nýggjum innan teirra yrki og áhuga.
Onkur hevur orðað seg nakað soleiðis, at fólk, sum ikki skara framúr, bara tosa um onnur fólk. Tey, ið eru eitt sindur yvir miðal, tosa um hendingar. Meðan tey, sum eru í fremstu røð, og sum skapa nakað í teirra samtíð, tosa um visiónir og framtíðarætlanir.
Sum so mangt annað her í verðini er hetta ein sannleiki við avmarkingum. Uppgávurnar hjá fólki eru jú so ymiskar, og vit eru væl øll ein samanseting av øllum teimum trimum nevndu fólkasløgunum. Men greitt er, at Klaksvík í dag, kanska meir enn nakrantíð, hevur tørv á og dúvar uppá virkisfýsni og dugnaskapin hjá okkara oddafólkum teimum ymisku økjunum.
Kappingin harðnar
Vit ynskja at skapa trivnað fyri okkara borgarar og framburð til økið okkara: Tí liggja stórar ætlanir fyri framman, men kappingin er hørð, og fyri summar tættir í samfelagnum verður hon enn harðari undir nýggju umstøðunum á samferðsluøkinum.
Sum býráð kunnu vit í fleiri førum vera við til at ávirka partar av teimum málum, ið leika á ? einamest við at skapa karmar og leggja lunnar fyri tí virksemi, sum er.
Tá tað er gjørt, vónandi nóg væl, situr politiska leiðslan spent og fylgir við, hvussu leikur fer á teimum ymisku økjunum.
Inniliga vón og ynski mítt sum borgarstjóri skal vera, at tær ætlanir um framtøk til frama fyri framburð Klaksvíkar skulu fáa blíðan byrð, og vil eg vegna býráðið ynskja øllum, sum virka við í hesum átøkum, alla eydnu við teirra virksemi.
Verið vælkomin
Vetrarítróttin er av og royndist norðoyingum væl. Okkara fremstu ítróttarumboð vunnu okkum miklan heiður og fleiri gullheiðursmerki innan ymsar ítróttargreinir.
Nú summarið veruliga hevur tikið fastatøkur á náttúru okkara saman við vøkru blómunum og syngjandi fuglunum er eisini summarítrótturin við at ota seg upp á hæddina, og á Norðoyastevnu verður so fyrsta skotið til FM-kappróðurin latið av.
Til eina rúgvusmikla og fjølbroytta norðoyastevnuskrá ynski eg vegna Klaksvíkar bý at bjóða noroyingum og gestum øllum at verða hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar, at njóta okkara gestablídni og alt, sum skráin hevur at bjóða.