Klaksvík og Skt. Pætursborg í Russlandi verða nú vinarbýir. Samskifti hevur verið millum býirnar í eina tíð, og nú eru býirnir samdir um at taka upp vinarbýarssamstarv, sigur Klaksvíkar býráð í eini fráboðan í morgun.
Skt. Pætursborg er týðandi býur í Russlandi, sum er ein av størstu marknaðum hjá Føroyum fyri fisk og laks.
– Klaksvík er fiskivinnubýur, og tí eru stórir møguleikar í tøttum samstarvi við býin. Hetta er eisini ein liður í ætlanunum hjá meirilutanum í býráðnum í Klaksvík um at menna samstarv við býir, sum geva serligar møguleikar fyri vinnulívið og fiskivinnuna.
Skt. Pætursborg er við sínum stívliga fimm milliónum íbúgvum næststørsti býur í Russlandi og í eini 200 ár var hann høvuðsstaður í Russlandi.
Eitt skifti í 20. øld hevði býurin almenna navnið Leningrad, men í 1991 fekk býurin gamla navnið aftur.
Skt. Pætursborg er havnabýur í vestara parti í Russlandi og liggur við strondina til Eystrasalt, og býurin hevur natúrligt samband við norðurlond og vesturheimin sum heild - og tað er heimstaðurin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.
Klaksvík fer serliga at hava samband við vakra býarpartin Pushkinsky, og ætlanin er at samstarva um vinnu, mentan og ítrótt.