Klaksvíkar Badmintonfelag í flokki fyri seg

Klaksvíkar Badmintonfelag vann trý av fýra FM-heitum fyri lið

Farna vikuskiftið varð skipað fyri FM fyri lið í badminton, sum var hildið í Klaksvík leygardagin 15. feburar. Fyri Klaksvíkar Badmintonfelag var hetta ein avbera góð kapping, tí KBF vann heili trý av fýra meistaraheitum.

Fyrsta kappingin var í U11, har Havnar Badmintonfelag (HBF) vann 4-1 í móti Klaksvíkar Badmintonfelag (KBF). Onnur kapping, sum varð avgjørd, var U15. Hetta var ein spennandi dystur millum somu feløg. KBF vann 3-2.

##med2## 

Hjá U13 var eisini kappingin millum bestu liðini hjá KBF og HBF. Hetta gjørdist eisini ein spennandi uppgerð, har tað undan seinasta dystinum stóð á jøvnum 2-2. Tað endaði við, at KBF vann samanlagt 3-2 og gjørdist føroyameistari í U13.

##med3##

Síðani varð farið til finaluna í U17/19, har Klaksvíkar Badmintonfelag spældi móti einum samansettum liðið hjá Havnar Badmintonfelagi og Miðvágs Badmintonfelagi. Hesir spælararnir eru millum teir bestu í landinum. Tríggir spælarar hjá HBF og ein hjá KBF vóru við til Oyggjaleikirnar í Gibraltar farna summar.

 ##med4##

Klaksvíkar Badmintonfelag vann tveir teir fyrstu dystirnar, sum vóru tveir singlar. Tveir teir næstu, sum vóru damu- og harra tvímansleikur, vann samansetta liðið. So var javnt 2-2. Síðani var farið undir tann avgerandi dystin, sum var blandaður tvímansleikur. 

Her stóð á jøvnum 1-1 í settum, áðrenn Klaksvíkar Badmintonfelag vann triðja og avgerandi settið, og kann kalla seg føroyameistara fyri lið í U17/19. 

Nøvnini á liðunum, sum vunnu heiðursmerki:

U17/19:

Gull: KBF, sum var mannað við: Lena Maria Joensen, Bjarnhild í Buð Justinussen, Hans Elttør, Jónas Vágsheyg og Ari M Jacobsen. Liðleiðari var Mrinmoy Pal.

Silvur: HBF/MBF, sum var mannað við: Sissal Thomsen HBF, Miriam í Grótinum HBF,  Jónas Djurhuus HBF og Árant á Mýrini MBF. Liðleiðari var Dorthea Thomsen HBF.

Bronsu: HBF2, sum var mannað við: Mia Thorkildshøj, Sanna Thorkildshøj, Rúni Øster, Hákun Thorkildshøj Sigvardsen og Rasmus Berg Petersen. Liðleiðari var Elsa Thorkildshøj.

U15:

Gull: KBF, sum var mannað við: Miriam Hávarsá, Oddbjørg í Buð Justinussen, Leivur Joensen, Rógvi Bertholdsen og Olivar Askham. Liðleiðari var Hjørdis Hávarsá.

Silvur: HBF, sum var mannað við: Birita Weihe, Julianna á Heiðunum, Eyð Lamhauge Debess, Bjarti Samson Vang, Asbjørn Heide Olsen. Liðleiðari var Marjun W. Thomassen.

U13:

Gull: KBF, sum var mannað við: Ranja Joensen, Rebekka Eysturskarð, Eva Jacobsen, Filip Høgnason, Fríðrikur J Helmsdal og Roma Kurt Samson. Liðleiðari var Karl Arni Egholm.

Silvur: HBF1, sum var mannað við: Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, Birna K Jacobsen, Sjúrður Elias Heinason Eysturoy og Tóki Yngvason Guttesen.  Liðleiðari var Heini Eysturoy.

Bronsu: HBF2, sum var mannað við: Bjørg Trille Sørensen, Bjarta av Vollanum, Kristoffur Samuelsen og Markus Bjarnason. Liðleiðari var Birita Samuelsen.

U11:

Gull: HBF, sum var mannað við: Inga Guðrin Samuelsen, Naomi Rajani Færø, Símun Thorkildshøj Sigvardsen, Mannbjørn Eysturtún Mouritsen og Beinir Rúnason Weihe. Liðleiðari var Kristianna Thorkildshøj.

Silvur: KBF, sum var mannað við: Ranva Ryan, Paula Jákupsdóttir Høj, Tóki Næs, Jónas Festurstein, Eyðun Lamhauge og Ingi J Helmsdal. Liðleiðari var Jóannes Næs.