At tað gongur væl hjá Klaksvíkar Sleipistøð sæst í roknskaparyvirlitinum hjá Vinnuvitan.biz.
Hóast úrslitið í fjør var heldur lakari enn í 2014, so vísir niðasta talið á botnlinjuni eitt yvirskot á 2.438.000 krónur. Í 2014 var yvirskotið slakar 5 milliónir krónur. Í 2013 og í 2012 hava úrslitið verið góðar 2,5 milliónir og 3,2 milliónir krónur.
Tað vil siga, at sleipistøðin seinastu fýra roknskaparárini hevur havt góðar 13 milliónur krónur í yvirskotið, sum er væl meira, enn árini fyri 2012 – eftir at nýggju eigararnir tóku við.
Tað skuldi vísa seg at verða eitt gott hugskot hjá Frimodt Rasmussen, maskinmeistara, saman við øðrum at taka yvir gomlu sleipistøðina í Klaksvík í 2012. Virksemið er síðan yvirtøkuna fleirfaldað, og hetta hevur skapt hópin av nýggjum arbeiðsplássum í fyritøkuni.
P/F Klaksvíkar sleipistøð, sum í dag er best kend sum KSS, er umframt sleipistøð ein smiðjudepil, har alt vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt fyri bæði skip og virkir alt samdøgrið.
Eginognin hjá Klaksvíkar Sleipistøð er í dag 12,9 milliónir krónur. Bruttovinningurin liggur oman fyri 23 milliónir krónur, og felagið hevur í ár rindað partaeigarunum 600.000 krónur í vinningsbýti.