Klaksvíkin hevur stinnasta blokkin

Trygvi H. Poulsen og Tina Jacobsen vóru kosin bestu blokkleikarar hetta kappingarárið

Hjá kvinnum er einki at ivast í, at kappingin millum blokkleikararnar var hørð. Gamaní hevur Tina verið ein dyggur stuðul á Mjølnir liðnum, men tað hevur Helen á Lakjuni so sanniliga eisini verið hjá ÍF og Svanna Nielsen hjá TB.
Tina Jacobsen var, umframt at vera partur av silvurliðnum hjá Mjølnir, eisini partur av gylta kvinnuliðnum á Man, og hon hevur í ár staðfest seg sum ein av týdningarmiklastu leikarunum hjá Mjølnir. Liðið byrjaði landskappingina uttan hana og tá sást týðuliga, hvussu stórur saknurin í henni var. Tá hon kom aftur á liðið vendi, og tí er valið av Tinu sum besti blokkleikari í lagi.
Ikki tí, bæði Helen á Lakjuni og Svanna Nielsen hava havt góð ár. Helen hevur víst seg at vera serstakliga drúgv. Hon er skjót og kann gera um seg bæði í álopi og í verju. Svanna haraftur ímóti er kanska ikki so skjót sum hinar, men er kortini ein knáur spælari.
Hjá monnum varð Trygvi kosin besti blokkleikari. Einki er at ivast í, at Trygvi hevur verið serstakliga drúgvur á miðjuni hjá Mjølnir, og hann hevur eisini gott eyga fyri blokkinum.
Kappingarneytarnir hjá Trygva vóru enn einaferð Boban og Borco Ilic, og hesaferð hildu leikararnir at Borco átti munin á bróðrinum.