Klaksvíkingar halda ondini

Meira enn nakað verður dysturin móti ÍF sæddur sum dysturin, ið skal bjarga KÍ frá niðurflytingarvandanum. Fuglfirðingar kunnu hinvegin eisini tryggja seg

Fótbóltur

 

Skal visión 2009 ikki enda við eini roynd at vinna 1. deild, skal dysturin sunnudagin vinnast.

Somikið einføld eru boðini til KÍ, sum tá tekur ímóti ÍF í einum dysti, sum væl kann kallast fyri lagnudystur hjá KÍ. Eisini hóast spurningurin um niðurflyting ikki einans stendur og fellur við hesum dystinum.

Men við útidysti í Gøtu og heimadysti móti helst komandi meistaraliðnum eftir á skránni – umframt dystin sunnudagin – so er hetta helst besta høvið hjá KÍ at prógva, at teir eru ein sjálvskrivaður partur av bestu føroysku fótbóltsdeildini.

Tí vænta áskoðararnir helst, at talan verður arbeiðsavrik í sama flokki, sum tað var móti B71 fyri tveimum vikum síðani, og so er stóri spurningurin, hvørjar mans Petur Mohr hevur tøkar til stóru uppgávuna.

Her hava Eli Nolsøe Leifsson og Rógvi Jacobsen báðir verið darvaðir av skaða, og tað er sera ivasamt, um nakar av teimum verður tøkur, hóast Rógvi uttan iva situr á beinkinum sum ein møguligur jokari at tveita inn, skuldi tørvur verið á einum luftsterkum áleypara til seinast.

Hinvegin hevur ÍF eisini sítt at stríðast fyri. Hóast málið um yvirliving í bestu deildini næstan er rokkið, so kann tað enn kiksa, og tí ræður um hjá fuglfirðingunum at skava sær nøkur stig afturat á kontina. Móti Skála seinast gekk tað soleiðis akkurát, og lítil ivi er um, at arbeiðsavrikið skal vera betri hesaferð, um stig skulu setast inn.

Hjá teimum verður Jonn Thomsen aftur at síggja í verjuni, men hinvegin skal nýggjur maður seta liðið saman, tí Albert Ellefsen er burturstaddur við U19-landsliðnum.