Tað hava ikki gjørt so nógv vart við seg seinastu nógvu mánaðirnar, men teir spæla av og á til dans, og leygarkvøldið fer Aria at spæla til eitt størri tiltak í ítróttarhøllini á Kambsdali.
Aria gjørdi rættiliga vart við seg í Prix Føroyar kappingini í 1997, og eftir tað góvu teir eina fløgu út, sum varð sera væl umtókt. Av hesi fløgu hava sangir sum Rooftop og Analja verið nógv at hoyrt.
Limirnir í Aria búgva í Klaksvík, í Havn og í Keypmannahavn, og tí er bólkurin ikki longur sum aktivur, sum hann onkuntíð var.
Men bólkurin er á ongan hátt farin í søguna, og leygarkvøldið fara teir aftur á pallin. Hesa vikuna hava teir fyrireikað seg til framførsluna leygarkvøldið.
Aria verður leygarkvøldið mannað soleiðis. Jógvan Hansen, sang, Erik Biskopstø, bass, Magni Husgaard, keyboard, Petur Hans Niclsen, gittar, og Høgni Klakkstein, trummur.